Hvør var best í Meistaradeildini í apríl?

Atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt

FSF skrivar:

 

- Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt. Teir tilnevndu eru Árni Frederiksberg (KÍ), Heini Vatnsdal (B36) og Kristian Joensen (NSÍ)

 

——————

 

Hvør var bestur í MeistaraDeildini hjá monnum í apríl mánað?

 

Tríggir eru tilnevndir, og nú er tað upp til tykkum fótbóltsfjepparar at avgera, hvør skal fáa heiðurin sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í apríl 2026.

 

Teir tríggir, ið atkvøðast kann um, eru Árni Frederiksberg úr KÍ, Heini Vatnsdal úr B36, og málverjin hjá NSÍ, Kristian Joensen.

 

Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt.

 

Leinkja beinleiðis til atkvøðugreiðsluna: https://sonaapp.app.link/shm

 

Besti spælari í mars mánað var Sjúrður Henriksen úr AB. Skrivar FSF.