Stóru politisku ætlanirnar, sum hendan samgongan setti sær fyri í samgonguskjalinum, blivu fyri stóran part av ongum. Fyrsta, greiðasta og størsta málið var, sum tað stendur í samgonguskjalinum:
at tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap fyri okkum og komandi ættarlið, venda halli til avlop í almennu fíggjarstýringini og hvørt ár røkka nærri málunum fyri langtíðarhaldførinum í búskapinum.
Mong spyrja, hví tað gekk so galið, sum tað gekk. Allar fortreytir vóru annars tilstaðar at røkka júst hesum størsta málinum. Men eg kann ikki lata vera við at hugsa, at tá man byrjar eitt nýtt samgonguskeið við at LÚGVA í fyrsta setninginum, tá kann tað bara ganga galið.
HALL TIL AVLOP???
Tí í tekstinum siga teir tríggir flokkarnir, at teir skulu venda halli til avlop. Hetta eru 18 háttvirdir politikkarar samdir um at skriva í eitt samgongugrundarlag, hóast bæði fíggjarlógin fyri 2021 og fíggjarlógin fyri 2022 vístu AVLOP. So her var onki hall, sum skuldi vendast til avlop. Og hetta vistu tey øll sum ein. Men allíkavæl vóru tey samd um at seta eina stóra og alment kenda lygn sum høvuðssetning í samgonguskjalið.
AVLOP TIL HALL!!
Og hvussu hevur so gingist?? Ta syrgiligu søguna kenna vit jú øll. Tey vendu AVLOPI TIL HALL. Dapri veruleikin er, at vit nú sambært metingum eru upp móti eini heilari milliard longri burturi frá fagra málinum um langtíðarhaldføri.
SNIKK SNAKK…
Og hóast talandi tølini halda samgongufólk fram við tølandi talunum.
Um Suðuroyartunnilin, sum skal byggja á haldføri
Um haldførið, sum pensjónistarnir skulu gjalda fyri
Og um 37 tíma arbeiðsviku, har fólk í bestu árum skulu arbeiða minni, meðan pensjónistarnir skulu arbeiða meira.
Bill Justinussen










