Á tíðindafundi í dag hevur svenski løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, sagt, at svenska stjórnin nú fer at lækka aldurin fyri revsiábyrgd í álvarsligum brotsverkum - úr 15 árum og niður í 13 ár.
Talan er um revsiábyrgdina fyri tey grovastu brotsverkini sum eitt nú dráp.
Norska kringvarpið, NRK, sum skrivar um broytingina, vísir á, at uppskotið hjá svensku stjórnini eitt nú verður galdandi fyri brotsverk við í minsta lagi fýra ára fongsulsrevsing.
Broytingin fer at merkja, at børn heilt niður í 13 ára aldur skulu kunnu dømast í ungdómsfongsul í staðin fyri til barnavernd, og broytingin verður galdandi frá juli 2026 at rokna.











