Nú sleppur Kaj Leo aftur á tingsins røðarapall

– Hetta er ein stórur dagur fyri fólkaræði, segði Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann í dag sum tann fyrsti royndi nýggja røðarapallin í Løgtinginum.

Í Løgtinginum eru broytingar gjørdar, soleiðis at rørslutarnað í koyristóli nú eisini sleppa á røðarapallin. Og sum tann fyrsti, royndi Kaj Leo Holm Johanensen nýggja møguleikan í dag.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur havt farloyvi úr Løgtinginum seinasta hávlaannað árið ella so, og síðani tað er hann endaður í koyristóli vegna sjúku. Men tá hann tekur við aftur sum løgtingsmaður á tingfundinum hósdagin, so er koyristólurin ikki longur ein forðing, tí nú sleppur hann akkurát sum øll hini upp á røðarapallin.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sigur, at hetta arbeiðið er ein liður í at gera Løgtingið atkomuligt fyri øll. Eitt arbeiðið, hon setti sær fyri, tá hon ntók við sum løgtingsforkvinna.

Arbeiðið hevur verið darvað, tí tað eru ikki so nógvir veitarar, sum kunnu gera arbeiðið, og tí at ymsar tekniskar broytingar skuldu gerast í kjallaranum, tí at ventilatiónsskipanin lá beint undir røðarapallinum. Men nú er arbeiðið gjørt, og nú kunnu rørslutarnað í koyristóli nýta røðarapallin – men ikki nóg mikið við tí. Tað er eisini gjørt soleiðis, at tað slepst eisini upp á formanspallin við lyftini. So um ein persónur við rørslutarni gerst løgtingsformaður, so er atkomuligheitin heldur ikki longur ein trupulleiki.

Í morgin er tingfundur, men tá er bara framløga á skrá, og tá møta tingfólk vanliga ikki. Men vanligur tingfundur aftur hósdagin, og møtir Kaj Leo Holm Johannesen aftur í tinginum.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##