Ja, men er nakað samband millum tey?
Umsiting av jørðini er roynd og ásannað í mannaminni!
Nakrir stórbøndur »áttu"« jørðina. Onnur vóru arbeiðsfólk, og tóku til rættis ágóðan av "jørðini"
Seinni sóu við gyllinsmenn, ið høvdu arvað frá teimum »stóru«:
Lønin fyri arbeiðið varð staðfest eftir táverandi leiðreglum!
Nógv og mangt er broytt, síðan tá!
Sum barn minnist eg, hvussu nógv ullin hevði at týða. Mestu klæðini vórðu virkað úr ull, men var ikki nóg nógv til av ull, so sat tú kaldur! Nógv minnast enn, hvussu týðandi tað var at "leita eftir ull" í høgunum!
Tey, sum áttu nógv av ull, áttu eisini nógv av kjøti, so hvar var best liviligt? Har var jørð at velta epli í, har hoyrdu torvheiðar til!
Fólk skuldu vera mett, heit og klædd!
Minnist ikki sjálvur, men mær er sagt, at tey ognarleysu høvdu sum seinasta útveg, at fara á rættina, tá hini fóru heim, at heinta "rættull"!
Rættull lá eftir, tá rakstur var liðugur. Ullarlagdar niðurtraðkaðir í seyðalorti! Men um tú vildi og kundi reinsa hesar, so var ullin eins góð! Men bert tey ognarleysu og áhugaðu gjørdu sær henda ómak!
Mangt er broytt, síðan tá. Men myndin kann nýtast í tíðarinnar politiska lívi- ella spæli!
Fyri at gera tað betur í okkara samfelag, so verða nýggir politiskir flokkar stovnaðir. Hetta hevur verið roynt oftað, men kortini uttan stórvegis gleði, tí hvør einasti flokkur er bert mannaður av "menniskjum", so har verður ikki øðrvísi!
Nú er aftur nýggjur flokkur stovnaður. Møguliga er ætlanin góð, men útsýnið er bert egináhugamál og "mín succes"
Men vónandi verður hann ikki bygdur upp av-myndaliga sæð- "rættull"!!