- Hyggið suður um Sumbiarhólm

- Um vit bara tora at hugsa nóg stórt innan flogvinnuna, tora at hyggja suður um Sumbiarholm, so ivist eg ikki í, at tað er ein stórur marknaður innan føroysku flogvinnuna uttanfyri tað føroyska 12. fjórðingamarkið, og sum kann gerast eitt gott íkast til samfelagsbúskapin heldur Pætur Rasmussen, leiðari hjá FaroeJet.

Vinnuframtíð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

-Vit hava víst hegni og dirvi á sjónum við at útbúgva okkara fólk at standa á brúnni á útlendskum handilsskipum. Hetta hevur givið nógvar inntøkur til føroyska samfelagið. Hví ikki læra av hesum royndum og brúka tær í nýggju vinnuni, flogvinnuni spyr Pætur Rasmussen, ein av oddamonnunum í nýggja føroyska flogfelagnum FaroeJet. Hann heldur nevniliga, at tað liggja stórir møguleikar hjá føroyingum at menna eina vinnu á flogferðsluøkinum útyvir tað at flúgva millum Føroyar og umheimin. Og tað Pætur Rasmussen sær fyri sær sum eina framtíðar vinnu er at útbúgva flogskiparar.

-Nú er tað vorðið so vanligt at hyggja eftir íslendingum, og gera vit tað í hesum førinum eisini, so er greitt, at teir hava megnað at menna eina stóra vinnu við at útbúgva flogskiparar og flogternur, sum arbeiða kring allan heimin. Hetta er nakað, sum vit føroyingar eisini kunnu gera í ávísan mun, soleiðis at vit einaferð í framtíðini ikki bert manna brúnna á handilsskipum men eisini eru í førarasetrinum á flogførum kring heimin sigur Pætur Rasmussen og leggur aftrat, at tora vit at hugsa bara nøkunlunda stórt, so kundi talan verið um 100 til 200 flogskiparar. Tað kundi so verið til eina vinnu, sum kundi givið eitt gott ískoyti til føroyska búskapin, sum eitt slag av know how útflutningi. Har vilja vera hundraðtals milliónir kr. at forvinna hvørt ár.

Og royndi flogvinnumaðurin heldur fram: Okkara sjófólk hava víst, at har man dugur og torir og er lagaligur, har røkkur man langt. Vit føroyingar hava tann góða eginleikan, at vit duga væl at tilpassa okkum, og eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í, at vit kunnu fáa eina heilt nýggju vinnu við at útbúgva okkara unga fólk til flogskiparar.

Plásss fyri báðum
Í næstum fær nýggja føroyska flogfelagið luft undir veinginar. Sjálvur heldur Pætur Rasmussen, at tað vælsaktans er pláss fyri bæði Atlantsflog og FaroeJet. Tað vil vera ein fyrimunur fyri allar partar, tí tað er ikki altíð lætt at vera einsamallur á eini leið. - Vit fara sjálvandi at kappast á rutuni millum Føroyar og Danmark, men vit kunnu í felag lyfta eina nýggja vinnugrein, sum eitur flúgving við føroyskum manningum uttanlanda. Tær eru longu á marknaðinum í útlandinum og í felag rokni eg við, at vit kunnu verða heilt stórir samanlagt, um vit also tora at hugsa stórt. Klaffarnar vekk og hyggið langt og breitt er boðskapurin hjá Pæturi Rasmussen.

Drúgvar royndir
Pætur Rasmussen arbeiddi í fýra ár hjá Atlantsflog, har uppgávan m.a. var at taka sær av leiguvirksemi og hevði hann eitt nú sáttmálarnar um at flyta oljufólk í Noregi um hendi. Sjálvur metir hann, at hetta var og er ein sera góður sáttmáli fyri Atlantsflog. Nógv hendi eisini tey árini Pætur var hjá Atlantsflog. Felagið hevði eitt flogfar í 2002, tá hann byrjaði. Nú hava tey seks flogfør. Tað var nettupp ein spurningur um at hugsa stórt og tora at fara út og leiga flogfør til stórar og avbjóðandi uppgávur uttan fyri Føroyar, tá Atlantsflog tók hetta týðandi stigið út í heim. Og Pætur heldur fyri, at tað eru avgjørt nógvir aðrir vakstrarmøguleikar uttanfyri Føroyar. Atlantsflog hevur prógvað, at føroyingar duga væl at fáast við slíka leiguflúgving. Hetta er so eisini nakað, sum Pætur fer at arbeiða við í sínum nýggja arbeiði hjá FaroeJet. Arbeitt verður longu nú við at kanna møguleikar at fara undir charturflúgving úr Danmark og inn á meginlandið. Hetta kann koma at krevja eyka flogfør.

Kappingin við Atlantsflog verður so serstakliga á rutuni millum Føroyar og Danmark, men Pætur sær fyri sær, at vakstrarmøguleikarnir hjá FaroeJet verða uttan fyri Føroyar-Danmarkarrutuna.

Gott við føroyskum
Nú mong hava bíðað eftir at frætta, um okkurt útlendskt flogfelag fór at søkja um loyvi at flúgva á Føroyarutuni, og endin gjørdist, at vit fingu eitt føroyskt flogfelag aftrat á hesi rutu heldur Pætur Rasmussen, at tað átti at verið ein fyrimunur fyri Føroyar, at tað er eitt føroyskt felag heldur enn eitt útlendskt, sum hevur brotið monopolið. - Vit hava sama mentalitet, og vit hava ikki nakran beinleiðis áhuga í, at kappingin skal forkoma hvørjum øðrum. Tvørturímóti halda vit, at pláss eigur at vera fyri báðum feløgunum, ikki minst tí at ferðafólkatalið veksur. Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakar trupulleiki, at vit taka nakað frá Atlantsflogi. Tað gera vit sjálvandi, men tað fer at vera nokk eftir hjá teimum at liva gott í framtíðini umframt at satsa uppá útlendska marknaðin.

Stór avbjóðing
Uppá fyrispurning hví hann fór frá Atlantsflogi eftir fýra góð og spennandi ár sigur Pætur, at tað var avbjóðingin, sum gjørdi tað. Hóast eg havi arbeitt nógv ár innan flogvinnuna, so havi eg ongantíð verið við til at stovna eitt flogfelag, og tá hetta høvi beyðst mær tók eg sjálvandi av. Hetta skal ikki skiljast sum at eg vendi mínum gamla felag bakið. Eg havi havt tað fínt har. Men nú stóð mær so í boði henda nýggja avbjóðingin at vera við til at byggja eitt nýtt flogfelag upp og hana vil eg sleppa at royna.



Fakta

Pætur Rasmussen er ættaður av Skála. Hann arbeiddi í Grønlandi í 30 ár, áðrenn hann kom heim at arbeiða hjá Atlantsflogi í 2002. Í Grønlandi arbeiddi hann innan fyri flogvinnuna í 22 ár og 8 ár innan ferðavinnuna. Harav hevði hann egið virki í ferðavinnuni í fleiri ár. Í dag stendur hann á odda fyri tænastuvirkseminum hjá FaroeJet á landi og fyri charturpartinum.