Í 2032 fer at bera til at brúka eitt triðja kyn í Noregi

Arbeitt verður við at økja um kynsfjølbroytni

Norski menta- og javnstøðumálaráðharrin, Lubna Jaffery (mynd: regjeringen.no)

Hesum hevur norski menta- og javnstøðumálaráðharrin, Lubna Jaffery, boðað frá í tíðindaskrivi.

 

Orsøkin til, at tað ikki verður fyrr enn um átta ár, er at ein broyting í norsku fólkaskrásetingini má gerast fyrst, soleiðis at persónnummarið ikki er knýtt at kyni.

 

Broytingin er avmarkað til skrásetingar í almennum skipanum, og fevnir ikki um løgfrøðiliga viðurkenning av einum triðja kyni. Broytingin er hugsa sum "eitt íkast til viðurkenning av kynsfjølbroytni og ikki-binerum persónum, tá umræður almennar tænastur."

 

Norska stjórnin setti í 2021 eina nevnd at kanna møguleikan fyri, at eitt triðja kyn kundi skrásetast í almennum skipanum. Sambært DR, so eru í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at fara at brúka eitt triðja kyn, men menta- og javnstøðumálaráðharrin er jalig um hugskotið.

 

Norski menta- og javnstøðumálaráðharrin, Lubna Jaffery (mynd: regjeringen.no)