Í dag er ferðavinnudagur í Fuglafirði

- Ferðavinnuveitarar, ferðaleiðarar og fyriskiparar eru boðin til Fuglafjarðar at kunna seg nærri um hetta ferðamál, sum er so væl umtókt millum føroysk og útlendsk vitjandi

 

Í dag, hósdagin 30. oktober, skipar Kunningarstovan í Fuglafirði fyri ferðavinnudegi.

 

- Ferðavinnuveitarar, ferðaleiðarar og fyriskiparar eru boðin til Fuglafjarðar at kunna seg nærri um hetta ferðamálið, sum er vælumtókt millum føroysk og útlendsk vitjandi.

 

Sambært Kristinu Gry Berg á Kunningarstovuni í Fuglafirði koma nógv ferðafólk á vitjan, serliga summarhálvuna, men eisini nú veturin nærkast.

 

- Ofta koma tey aftur at vitja, um tey eru nakrar dagar í landinum, tí tey halda Fuglafjørð vera so vakran og hugnaligan við nógvum at bjóða.

 

Samstundis ásannar Kunningarstovan, at tað tykist sum um, at føroyskir ferðavinnuveitarar ikki vita nóg nógv um býin, og tá kann vera trupult at vísa ferðafólki á møguleikarnar í Fuglafirði, eins og tað ikki fellur líka lætt at skipa fyri bólkavitjanum ella ráðstevnum, tá veitarar og fyriskiparar ikki kenna staðið nóg væl.

 

- Summi, sum vitja, koma mest sum av óvart, tí Fuglafjørður ikki er so kendur millum teirra, sum viðmæla støð.

 

Men alt liggur væl fyri og tætt í miðbýnum við matstovu, kaffistovu, øðrvísi handlum við grafiskum gávulutum, tógvi, klæðum og vakurleikavørum, eins og gallarí og heimavirkið eru í søguliga handlinum.

 

##med2##

 

Uttanduralist, standmyndir og minnismerki liggja fram við høvuðsvegnum saman við Mentanarhúsinum, bókasavni, miðstaðarlund, banka, kunningarstovu, smáum søvnum, FK og Á-handli. 

 

- Í veruleikanum mangla vit at kunna bjóða vitjandi eitt gott gistingartilboð ella hotel. Eftirspurningurin er avgjørt har, so kanska tað fer at koma, sigur Kristina Gry Berg á Kunningarstovuni í Fuglafirði

 

Ferðavinnudagurin byrjar klokkan 10 í dag, men pláss er ikki fyri fleiri hesaferð.