Marius eigur ikki at dømast meira enn 1,5 ára fongsul

Verjarnir hjá Mariusi Borg Høiby halda, at hann eigur at verða dømdur eitt ár og seks mánaðir fongsulsrevsing.

Tekning av Marius Borg Høiby í rættinum í Oslo. Mynd: Ane Hem/AFP/Ritzau Scanpix

Tað sigur ein av verjanum, Ellen Holager Andenæs, undir seinasta rættardegnum hósdagin, sambært norska tíðindastovuni NTB.

Verjin heldur, at Høiby eigur at verða frídømdur fyri tær mest álvarsligu ákærurnar og dømast fongsulsrevsing fyri tær ákærur, sum hann hevur játtað seg sekan í.

Ákæruvaldið í málinum krevur, at Marius Borg Høiby verður dømdur sjey ár og sjey mánaðar fongsulsrevsing.

 

Tekning av Marius Borg Høiby í rættinum í Oslo. Mynd: Ane Hem/AFP/Ritzau Scanpix