Í minsta lagi 10 fólk eru dripin og 45 eru særd í russiskum álopum á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í morgun.
Tíðliga í morgun varð sagt, at eitt fólk hevði latið lív, men nú vísir tað seg, at talið av deyðum í minsta lagi er 10.
Sambært ukrainsku verjuni sendu russar 675 dronur og 56 rakettir, tær flestu eftir ukrainska høvuðsstaðnum.
Verjan sigur, at 652 dronur og 41 rakettir vórðu skotnar niður av loftverjuni, men eini 20 støð ymsastaðni í Kyiv vórðu rakt í álopunum.
Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, raktu russar íbúðarbygningar, skúla og eina djóralæknastovu.
##med2##
Harumframt varð sivila undirstøðukervið í býnum eisini rakt í herviliga russiska álopinum - bert fáar dagar eftir avtalaðu vápnahvíldina í vikuni.
- Higartil er talið av deyðum í Kyiv komið upp á 10, sigur ukrainski forsetin í sínar talu til ukrainska fólkið í kvøld.












