Í gjár var ársins fyrsti heili regndagur í Havn

Teir fyrstu 221 dagarnar í ár hevur tað ikki regnað í Havn í ein heilan dag út í eitt.

 

Tað sigur Birgar Johannesen í Havn, sum seinastu níggju árini hevur skrásett veðrið í Havn hvønn einasta dag.

 

– Um veðrið heldur sær til midnátt, og tað rokni eg við, at tað ger, so er dagurin í dag fyrsti heili regndagur í Havn í ár, skrivaði Birgar Johannsen á Facebook í gjár.

 

Og veðrið helt sær, og tað hevur regnað til væl út á fyrrpartin í dag, nú tað tykir at slíta í.