Í minsta lagi 13 fólk eru deyð í vatnflóð har eysturi í Spania.
Tað upplýsir statsliga spanska sjónvarpsrásin TVE í morgun við tilvísing til fráboðanir frá løgregluni sambært tíðindastovuni Reuters.
Nakrar tímar frammanundan boðaði Carlos Mazon, leiðari í Valencia-landslutinum, frá, at deyð fólk vóru funnin.
Men tá vildi hann ikki siga hvussu nógv "av virðing fyri familjunum".
Eitt kalt brúgvalag flutti seg týsdagin tvørtur um sunnara og eystara part av landinum, og elvdi til vatnflóð bæði í býum og vegum.
Myndugleikarnir í harðast raktu økjunum heittu á borgararnar um at halda seg heima og sleppa undan øllum óneyðugum túrum út av heiminum.
Myndir frá spanska sjónvarpinum vístu, sambært tíðindastovuni AFP, hvussu vatnmongdirnar drógu bilar gjøgnum gøturnar í býnum Letur, sum liggur umleið 80 kilometrar vestan fyri havnarbýin Alicante.
Við hjálp frá dronum leitaðu neyðhjálparfólk eftir fleiri fólkum, sum høvdu verið saknað í býnum Letur, upplýsir eitt umboð fyri miðfyrisitingina í Castilla-La Mancha-økinum týsdagin.
- Prioriteturin er at finna hesi fólkini, segði hon sambært AFP.
Flóðaldan hevur eisini elvt til órógv í tok- og flogferðsluni.
Skúlarnir í Valencia verða stongdir mikudagin, júst sum fleiri ítróttartiltøk eru avlýst.
/Ritzau/