Úr Føroyum er tað myndabókin Í morgin fari eg aftur at spæla við babba, sum Helena Kannuberg hevur skrivað, og Lena Nicolajsen hevur myndprýtt. Bókadeildin gav bókina út í 2024. Úr Grønlandi er tað Pilu, sum Uilu Pedersen hevur skrivað, og Susanne Jensen hevur myndprýtt, og úr Íslandi er tað Tjørnin, sum Rán Flygenring hevur skrivað og myndprýtt. Bókadeildin gevur Tjørnina út seinni í ár.
Bókadeildin skrivar, at barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins verður latin annað hvørt ár til eina av trimum tilnevndum bókum frá ávikavist Íslandi, Føroyum og Grønlandi. Virðislønin er 60.000 krónur, og hon var handað fyrstu ferð í 2002.
Í 2024 vann Elin á Rógvi við bókini Flytifuglar, sum Bókadeildin gav út.
Útnorðurráðið sigur soleiðis um Í morgin fari eg aftur at spæla við babba:
Í morgin fari eg aftur at spæla við babba er ein lívsjáttandi og vónrík barnabók um dreingin Ára, sum elskar at spæla. Serliga tá hann og pápin byggja tokbanar saman.
Men tá pápin verður sjúkur, broytist gerandisdagurin fyri Ára og lítlusystur hansara Marin. Foreldrini mugu til Danmarkar, tí pápin skal í viðgerð. Ári fær ilt í búkin, og omman kemur at ansa eftir honum og lítlusystrini. Tað er leingi at bíða, til foreldrini koma aftur, og havragreyturin hjá ommuni smakkar ikki líka væl sum greyturin, sum mamman plagar at gera.
Vøkru og litríku akvarellmyndirnar eru fantasifullar og poetiskar. Lesarin kemur á tryggan, humoristiskan og empatiskan hátt inn í barnaheimin hjá Ára, sum er fullur av spæli, hugflogi og upplivingum umframt sakni og øðrum truplum kenslum.
Hóast evnið er álvarsamt, er huglagið ljóst og barnsligt. Upplivingar og reaktiónir eru lýstar úr sjónarhorninum hjá einum barni.
Ein vøkur bók í myndum og teksti, sum gevur pláss fyri tonkum og leggur upp til prát hjá bæði børnum og vaksnum.
4. februar er altjóða krabbameinsdagur
Bókadeildin skrivar, at tað er sera hóskandi, at tíðindini um tilnevningina koma á altjóða krabbameinsdegnum. Team Rynkeby Føroyar Grunnurin stuðlaði bókini, tá hon kom út, við at keypa 200 eintøk av bókini. Bøkurnar verða latnar til familjur við børnum, sum eru avvarðandi hjá sjúklingum.










