Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?
- Ja, sjálvandi verður tað samtykt. Tinglimir úr Suðuroy hava bakkað upp um allar undirsjóvartunlar og samferðsluútbyggingar, sum eru gjørdar her á landi, so sjálvandi fara tinglimir norðanfjørðs at stuðla suðuroyingum í hesum.
Tað sigur Meinhard Hjelm Gaardlykke í Vági.
Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?
- Tað verður møguligt hjá suðuroyingum, sum hava nomið sær hægri útbúgving, at búseta seg í Suðuroynni.
Meinhard vísir eisini á nógvar aðrar fyrimunir, sum ein Suðuroyartunnil fær.
- Ferðavinnan fær eitt hav av nýggjum møguleikum at menna seg, og vinnulívið fær javnbjóðis treytir og møguleikar at virka undir eins og restin av landinum hevur.
Hann heldur, at tann stóra fráflytingin av ungdómi, sum longu varð byrjað í sjeytiárunum, fer at minka við føstum sambandi.
- Suðuroyggin fer at fara frá einum láglønarøki til at gerast eitt miðal-og háglønarøki.
Hann leggur aftrat, at við Suðuroyartunlinum fáa umleið 10 prosent av skattgjaldandi føroyingum eisini fast samband við meginøkið í Føroyum.
Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár?
- Ja, tað skal verða ótrúligt, um tað ikki skuldi hent, og vónandi hendir tað skjótari enn 10-12 ár, sigur Meinhard.
Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?
- Tað verður mønustingurin fyri oynna, tí tað er ikki væntandi, at nøkur tilflyting verður til Suðuroynna við so vánaligum sambandi, sum vit hava í dag.
Meinhard heldur, at uttan ein undirsjóvartunnil fara tey næstu 20 árini at føra til, at fólkatalið í Suðuroy fer at minka við einari helvt – við núverandi aldursbýti, tí væntast kann ikki, at her verður nøkur tilflyting.
- Inntøkurnar fara at minka niður í lítið og einki, men útreiðslurnar fara bara at veksa, bæði fyri landið og kommunurnar í Suðuroy.
Hann væntar, at krambavinnan og fyritøkur sum heild fara at missa grundarlagið, tí keypsorkan verður lítil, og her verður ov lítið av fólki í arbeiðsførum aldri.
- Mentanarlívið við tí sermerktu suðuroyarmentanini fer eisini at hvørva, sigur Meinhard Hjelm Gaardlykke.
Lesið eisini -
Uttan projektering tosa vit í blindum - https://www.in.fo/news-detail/uttan-projektering-tosa-vit-i-blindum-um-tunnilin










