Í morgin kann Klæmint vera við til at skriva søgu

Klæmint og liðfelagarnir í Breiðablik eru á gáttini til at gerast fyrsta íslendska liðið í einum evropeiskum bólkaspæli

Í Kópavogi halda tey ondini. Í morgin kann søga vera skrivað á Kópavogsvøllinum. 

 

Klokkan 17.45 taka Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðablik móti norðurmakedonska liðnum, Struga í seinna Europa Conference League Play Off dystinum. Breiðablik vann 1-0 á útivølli, og kann sostatt við einum sigri ella einum javnleiki vinna seg í bólkaspælið í Europa Conference League. Megnar Breiðablik tað skriva teir søgu sum fyrsta íslendska liðið at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl.

 

Og sambært 17 altjóða veddingarfyritøkum er Breiðablik favorittur til at vinna seg í bólkaspælið.

 

Oddsini upp á dystin Breiðablik-Struga síggjast her:

 

##med2##