Óði Niels var kanska framman fyri sína tíð

Tað var ikki stuttligt hjá Mar­grethu at hava ein gubba, sum kallaðist Óði Niels. Men hann hevði eginleikar, sum onnur kanska ikki høvdu.
Og so var tað tann árliga føstu­lávintsdansurin á Vollanum á Glyvrum, sum sæð varð fram til alt árið

Eg havi fyrr nevnt, at Niels Nielsen, Óði Niels, var ein av mínum gubb­um. Eg havi ongantíð skilt, at for­eldur míni lótu hann fáa hetta týdn­ingarmikla starv, tí hann var av øllum roknaður fyri at vera sinnis­sjúkur.
Men tá ið eg hugsi meira um fyribrigdið Óði Niels og sammeti hann við hippiungdómin í dag, var hann kanska veruliga framman fyri sína tíð. Hvat var hann annað enn ein hippie!
Hann var lítil og sá ikki út av nógv­um. Hann røkti seg ikki og kundi finna uppá mangt løgið. Men hann var skilagóður, og visti nógv, sum fólk annars ikki vistu um ella høvdu áhuga fyri.
Hann visti ótrúliga nógv um ætt. Tað var ikki tann ætt, hann ikki kundi útgreina, um hann fekk onkran at tosa við um hetta. Men hann var roknaður fyri at vera sinnissjúkur, tí tók eingin hansara vitan í álvara. Tað var mest á sumri, tá ið hiti var í luftini, at hann var mest ørur.
Eg minnist, at Niels einaferð hevði tikið ovasta partin av einum sylindaraovni og sett hann á høvdið, og soleiðis gekk hann úti. Verjuskipið Be­skytteren lá eina ferð á fjørðinum, og tveir yvir­menn vóru komnir í land at strekkja beinini. Teir møttu Nielsi sum ein gangandi ovn. Beint sum teir fóru framvið honum, lat Niels lúkuna á ovninum upp og heilsaði: “Góðan dag, mínir harrar.” Tað var ikki løgið, um teir vóru paff. Vit børn, sum úr vindeyganum eyg­leiddu hendingina, føldu okkum eitt sindur flov vegna bygdina, at ein slíkur persónur skuldi taka ímóti eini slíkari fínari vitjan, sum vit hildu hana vera.
Niels búði í einum smáum hús­um við eini lítlari stovu og einum lítlum køki við fýrstaði. Tað var ofta nógvur roykur í køkinum, tá tað váta torvið ikki brendi sum tað skuldi. Hann hevði nógvar hønur og nóg mikið av eggum til sín sjálvs. Men hann hevði neyvan nakað rættiligt arbeiði. Helst man hann hava verið leskaður av beiggja sínum Per, sum var handilsmaður og væl fyri.
Niels kom ofta at vitja okkum. Hann tiltalaði meg altíð “tú gud­dótt­irin”. Men eg var so flov um at hava eina slíkan gubba, at helst havi eg sært hann við at svara illa aftur. Men hann hevur so kent sína skyldu móti mær. Tá ið eg varð konfirmerað gav hann mær eitt koppapar og til brúdleypið eitt, sum var sama slag. Men koppurin var eitt sindur skarðaður, tí Niels hevði nýtt hann til vatnoysu.

Henrietta var eitt konubrot
Eg skal nevna eina fastur mína, Henrietta, sum var ógift, hóast hon skuldi hava havt nóg mikið av biðl­um sum ung.
Hon kom í eldri árum í húsið hjá kongsbóndanum Jákup Lamhauge í Lamba. Hann var giftur við systir próst Petersen, men hon doyði, meðan børnini vóru smá. Henrietta gjørdist sum mamma fyri hesi børn og seinni eisini fyri teirra børn. Eitt av børnunum var Súsanna, sum giftist við Bartal í Kass á Strondum. Synir hansara Hilmar og Jákup hava fleiri ferðir sagt mær frá teirra takksemi fyri ta umsorgan, Jetta, sum hon var kallað, vísti teimum og teirra systkin, tá ið tey í ferium komu til Lamba. Ofta komu tey inn vát og skitin, tá ið tey høvdu verið úti og spælt, men tað var eingin trupulleiki.
Við hennara jarðarferð helt Súsanna Kass eisini eina vakra røðu sum tøkk fyri tað, Jetta hevði verið fyri hana og hennara.

Í dans á føstulávint
Sum børn sluppu vit eina ferð árliga í føroyskan dans, hetta var á føstulávint. Tá var Jetta altíð við okkum. Dansurin var hildið á Vollanum hjá kongsbóndanum Niels Peter Knudsen. Tað kostaði 25 oyru. Fyri hetta sluppu vit í dans frá kl. 4 til 8. Vit fingu eisini te ella kaffi við eitt-oyra køku afturvið.
Dansurin mátti enda kl. 8 stund­is­liga, tí tá komu tey vaksnu. Júst hesa klokkutíðina kom Jetta eftir okkum. Men tað var við ringum tannabiti, at vit máttu fara, tí nú tey vaksnu komu, gjørdist tað rættiliga spennandi. Men tað var ikki væl sæð, at børn vóru í dansi saman við teimum vaksnu. Men vit gleddu okkum longu til næstu føstulávint.
Til hvørji jól seymaði mamma okkum nýggjar kjólar burtur úr stoffi, hon sjálv hevði vevað. Vev­urin var so stórur, at hann fylti hálva stovuna, sum tó ikki var so stór. Mamma dugdi væl at veva, og hon vevaði eisini fyri fólk. Tað var ótrúligt so nógv mamma kundu fáa frá hondini. Prísurin fyri at veva, tá fólk sjálvi komu við tógnum, var 25 oyru fyri klæði til eina føroyska húgvu og 10 oyru fyri hvørja alin av klæði til skjúrt til føroysk klæði.
Tað er lætt at skilja, at hetta gav ikki tað stóra av sær, men bert tað, at mamma kundi veva til okk­um húsfólkini, spardi okkum nógvan pening. Mamma og omma bundu eisini alt uppá okkum, sum vit høvdu brúk fyri, og mamma seymaði eisini okkara klæði.

Biddarar
Tá í tíðini var ullin ein eftirspurd vøra. Tað vóru eisini fólk, sum gingu bygd úr bygd og biddaðu ull. Um summi av hesum var eisini tann yvirtrúgv, at tað kundi geva óeydnu at nokta teimum ein ullalagd. Tað kundi vera nógvir sekkir av ull hesi fólk biddaðu sær.
Tá ið hesi fólk komu at bidda, komu tey stillisliga inn, settu seg á beinkin í køkinum og søgdu góðan dag. Tey fingu so ein temunn við einum bita og kundu eta seg mett. So komu ørindini, at “tit skuldu ikki havt ein ullalagd at givið okkum”. So fingu tey so mikið, sum mamma helt seg kunna lata.
Eina ferð høvdu hesi fólk eina lítla gentu við sær. Tá ið tey einaferð høvdu fingið tað, tey høvdu biðið um, gav mamma gentuni eina køku. Tá ið tey komu útum skræddu tey køkuna frá gentuni og ótu hana. Gentan fór sjálvsagt at gráta hjarta­skerandi. Hetta minnist eg sum sera hjartaleyst.
--------------

Í komandi parti minnist Krist­ian Djurhuus orrustuna mil­l­um Jóannes Paturson og sam­bands­menn í 1906.
Margretha greiðir frá, tá ið hon veiddi sild við gørnum á Skála­fjørðinum