Av tí at Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø úr Javnaðarflokkinum, og Marin Gaardlykke og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, ikki møttu á býráðsfundinum í morgun bar ikki til at velja borgarstjóra í Vági í morgun.
Sambært Levi Mørk varð hetta gjørt sum mótmæli ímóti gerðini hjá Bjarna Johansen, sum er farin í samstarv við Tjóðveldi í Vágs býrað fyri at gerast borgarstjóri.
– Sjálvandi skulu vit virða demokratiið, men vit høvdu eina avtalu um, sum vit altíð hava í Javnaðarflokkinum, at tann, ið hevur flestar atkvøður verður borgarstjóri. Men tað vil Bjarni Johansen ikki. Hann vil ikki hava meg til borgarstjóra og vil sleppa at halda fram sjálvur, segði Levi Mørk við FM1 í dag.
Sambært grein 12 í kommunustýrislógini skal kommunustýrið skipa seg fyri 1. januar. Har stendur soleiðis:
»Nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.
Stk. 2. Kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Fyrst valdi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur. Um tveir ella fleiri kommunustýrislimir eru valdir við líka nógvum atkvøðum, ger valnevndin av við lutakasti, hvør skal geva fundarboð og leiða fundin, til borgarstjóri er valdur.
Stk. 3. Berst kommunustýrislimi frá at møta á fyrsta fundi, skal tiltakslimur innkallast.«