Nú H C Andersen árið er farið afturum, er klárt at byrja Ibsen árið. Í 2006 eru tað 100 ár síðani norska leikskaldið Henrik Ibsen doyði. Hátíðarhaldið byrjar í morgin við eini gallaframsýning á Oslo Ráðhúsi, har The Ibsen Centennial Award verður latin kvinnuligum Ibsen tulkarum, m.a Githa Nørby og Vanessa Redgrave.
Hátíðarhaldið heldur fram kring allan heimin restina av árinum við tiltøkum, sum skulu staðfesta týdningin av arvinum eftir Ibsen og brúka hann á ein dygdargóðan og nýskapandi hátt, sum tikið verður til á almennu Ibsen heimasíðuni www.norge.se/ibsen