Íbúðirnar við Íslandsvegin komnar í tingið

Annika Olsen skal nú greiða frá, hví Almannaverkið slepti ætlanini um bústaðir til sálarsjúk við Íslandsvegin, og um undirskriftsinnsavning frá grannun móti ætlanini hevur ávirkað avgerðina.

Annika Olsen skal nú greiða frá, hví Almannaverkið slepti ætlanini um bústaðir til sálarsjúk við Íslandsvegin, og um undirskriftsinnsavning frá grannun móti ætlanini hevur ávirkað avgerðina.

 

Tað er Rigmor Dam, løgtingskvinna, sum hevur sett henni ein skivligan fyrispurning um málið. Hon spyr eisini, hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera við málið, nú fólk við sálarsjúku fyrst hava fingið tilboð um íbúð, sum so verður tikin frá teimum aftur, og nær og hvar fáa tey tilboð um hóskandi bústað.

 

– Í sambandi við, at ungdómssendingin Røddin varpaði ljós á sálarsjúku, kom fram, at ein ung kvinna misti tilboðið um íbúð frá Almannaverkinum, tí grannarnir vildu ikki hava fólk við sálarsjúku í grannalagið.

 

– Eftir at Kringvarpið fylgdi málinum upp í tíðindasending, varð greitt frá, at Bústaðir hevur umvælt ein bygning á Íslandsvegnum í Havn, so Almannaverkið kundi bjóða einum bólki av ungum við sálarheilsuavbjóðingum ein hóskandi bústað, sigur Rigmor Dam.

 

– Eisini varð greitt frá, at Almannaverkið strikaði avtaluna við Bústaðir, eftir at grannar høvdu savnað undirskriftir. Tí verður heitt á landsstýriskvinnuna, sum bæði varðir av Almannaverkinum, um at greiða Løgtinginum nærri frá samanhanginum í hesum málinum, sigur Rigmor Dam, løgtingskvinna.