ICC vil hava Netanyahu handtiknan fyri krígsbrotsverk

Dómstólurin vil eisini hava handtøkuboð upp á verjumálaráðharran í Ísrael, Yoav Gallant, eins og tríggjar Hamas-leiðarar

Høvusákærin við Atljóða Revsidómstólin vil hava Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, handtiknan fyir krígsbrotsgerðir. (Arkivfoto). - Foto: Amir Cohen/Ritzau Scanpix

Altjóða Revsidómstólurin ICC, biður um ein handtøkuordra upp á ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, fyri møguligar krígsbrotsgerðir, skrivar Reuters.

Dómstólurin vil eisini hava handtøkuboð upp á ísraelska verjumálaráðharran, Yoav Gallant, eins og tríggjar Hamas-leiðarar

Høvuðsákærin Karim Khan sigur, at hann biður um handtøkuordra fyri teir tríggjar Haas-leiðararnar Yahya Sinwar, Mohammed Deif samt Ismail Haniya.

Um Netanyahy og Hamas-leiðaran Yahya Sinwar, sigur Khan, at tað er rímulig orsøk at halda, at báðir menninir hava ábyrgd av krígsbrotsgerðum og brotsgerðum ímóti mannaættini frá 7. oktober í 2023.

ICC hevur kanna átkøkini hjá Ísrael í hersettu økjunum seinastu trý árini – og seinni eisini Heamas-átøk.

Netanyahu hevur fyri kortum, sambært BBC, kalla tað »eina gølu av søguligum proportiónum, at tað var møguleiki til, at hægststandi ísraelskir leiðarar omu á listan fyri eftirlýst hjá ICC.«

 

/ritzau/Reuters

 

 

Høvusákærin við Atljóða Revsidómstólin vil hava Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, handtiknan fyir krígsbrotsgerðir. (Arkivfoto). - Foto: Amir Cohen/Ritzau Scanpix