Í dag var tað oyggjauppgerð í Fuglafirði, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ vóru á vitjan í Fløtugerði.
Higartil í ár hevur tað verið nógv upp og niður hjá fuglfirðingum. Nú sær tað út til at ganga rætta vegin, hóast tað ikki er møguleiki fyri, at tað fer at eydnast ÍF í ár at vinna seg aftur í bestu deildina.
Í dag vann ÍF fyri triðju ferð á rað. Úrslitið var 3-1 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.
ÍF er á fjórða plássi við 33 stigum. NSÍ er á áttanda plássi við 18 stigum.
Karl Løkin plagdi at vera verjukendur miðvallari og miðverji. Nú hann er framrættaður, er hann við í flestu málunum, sum ÍF skorar. Soleiðis var tað eisini í dag.
Tá ið Jákup Andrias Thomsen beinanvegin legði ÍF á odda, átti Karl Løkin uppleggi, og átta minuttir undan steðginum økti Karl Løkin um munin til 2-0. Tað var við beinleiðis frísparki, og nú er Karl Løkin ÍF toppskjútti við 12 málum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað danski miðvallarin Ruben Møller Nielsen, sum økti um munin til 3-0. Uppleggið átti Rúni Cederius Johnsson, og hetta var aðru ferð í ár, at Ruben Møller Nielsen var málskjútti.
Tað restaði ein minuttir av vanligu leiktíðini, tá ið NSÍ minkaði um munin til 3-1. Málskjútti var Jósef Djurhuus. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 19 ára gamli Jósef Djurhuus var málskjútti í næstbestu deildini.
Hósdagin fær NSÍ vitjan av Skála, og ÍF fer fríggjadagin at spæla á útivølli ímóti AB.