Ikki eitt mál ov nógv

Tjaldur var so nær sensatiónini, sum tær kundu koma. Men tær gjørdust eitt mál ov stuttar, og so vóru tað ístaðin grønu Kyndils-kvinnurnar, sum vunnu sær sæti í finaluni

Hondbóltur

 

Fyrstu løtuna av dystinum var annars alt, sum bendi á, at Tjaldur skuldi gera arbeiðið liðugt. Fyri einari viku síðani vunnu tær við fýra málum á Kyndli, og fyrsta korterið av dystinum bara øktu tær um ta leiðsluna.

 

Hjá Kyndli hingu nervarnir at kalla uttaná hesa løtuna. Hóast fýra mál ikki er tað heilt stóra at tosa um yvir 60 hondbóltsminuttir, so settu tær grønu frá byrjan ferðina langt upp um tað, sum tær sjálvar megnaðu. Úrslitið var hópur av mistøkum, og teimum gjørdu tær gulu sær dælt av.

Ikki óvæntað, so vóru tað fyrst og fremst Adina Petrea og Alina Olaru, sum gjørdu mest um seg hjá Tjaldri, men fleiri av hinum spælarunum vístu eisini, at tær væl kunnu vera við, tá Tjaldur um 8-9 mánaðir aftur spælir í fremstu røð. Ikki minst imponeraði Heidi Sevdal á høgra veingi fyri steðgin.

 

Fingu hjá til time-out

Sum avleiðing av vána byrjanini tóku Kyndils-venjararnir tíðliga í dystinum time-out, og tí høvdu teir ikki longur tann møguleikan, meðan Tjaldur bara økti. Tað mundi tí koma væl við, at Tjaldurs-venjarin eftir 18 minuttin nýtti sítt time-out.

Hetta gav Una og Hannis Wardum møguleika at fáa ringastu nervarnar av sínum spælarum, og so bragdaði brádliga hjá teimum grønu.

Fyri steðgin togaði Kyndil seg upp á 13-12, og eftir steðgin buldraðu tær avstað. Jacklin Durhuus, Barbara Egilstrøð og Randi S. Wardum fingu veruliga glið á bakspælið, og so opnaðu allar dyr seg hjá øllum liðnum, soleiðis at Tjaldurs-verjan fer eftir ferð kundi spælast víðopin.

 

Akku-akkurát

Eftir einum korteri hevði Kyndil økt munin til níggju mál, og so hildu tey flestu, at finaluplássið var heima. Trupulleikin var tó, at tað hildu spælararnir eisini. Og spakuliga lovaðu tær Tjaldri aftur í dystin.

Tey flestu hildu kanska, at vandin ikki var so heilt stórur. Men tá Tjaldur við tveimum skoringum í seinasta minuttinum minkaði niður í fimm mál, komu av álvara nervar í. Við einum óneyðuga skjótt endaðum seinasta álopi var eisini um reppi, at Tjaldur fekk eina seinastu álopsroynd. Men í so máta gjrødist dysturin trý sekund ov stuttur fyri teirra viðkomandi.

Og so kundu tær grønu sjálvandi fegnast um sína fyrstu finalu í átta ár. Tað ikki meira enn akkurát, at tað gekk. Men tað munnu tey fægstu tó hugsa um, tá spælararnir fara á vøllin tann 9. februar.

 

Fakta um dystin

Kyndil-Tjaldur 35-30 (13-12)

Kyndil vinnur samanlagt 63-62

10 min: 4-6

20 min: 7-10

40 min: 23-16

50 min: 30-23

Málskjúttar

Kyndil: Randi S. Wardum 9, Jacklin Durhuus 8(1), Barbara Egilstrøð 6, Tordis Tróndarson 4, Bjørg Syderbø 3, Ronja Mikkelsen 3, Lina Andriulyte 2

Tjaldur: Adina Petrea 15(1), Alina Olaru 7, Heidi Sevdal 3, Beinta Joensen 2, Hanna Isaksen 2, Jacoba Langgaard 1

Brotskøst: Kyndil 2, Tjaldur 1

Útvísingar: Kyndil 4, Tjaldur 6

Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (3X2 minuttir)