- Tað hevur alstóran týdning, at vinnukarmarnir í Føroyum eru støðugir, og at kappingarførar treytir eru galdandi í einum og øllum, bæði á útflutningsmarknaðunum og á heimamarknaðinum, sigur Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hann hevur í dag sent út skriv, har hann heitir á politisku skipanina, um at vísa stórt varsemi, nú talan er um, at gera broytingar í fiskivinnuni.
Bergur Poulsen skrivar, at hann heldur, at vinnupolitikkurin hevur fingið ov lítla rúm í valstríðnum, og at tað tykist, sum flokkarnir kappast um at draga pengar úr fiskivinnuni umvegis tilfeingisgjald.
- Lítið hugaligt fyri vinnufyritøkurnar í hesi vinnugrein, og undrunarvert heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag tað verða, at tey uppstillaðu hava so lítla virðing fyri ásini í føroyskari vinnu, kallar Bergur Poulsen tað.
Hann vísir á, at Føroya Arbeiðsgevarafelag í hvørjari ársfrágreiðing nýtir høvi, at koma við tilmælum til politisku skipanina um ymisk mál, og at tilfeingisgjald varð umrøtt í ársfrágreiðingini fyri 2013. Tá mælti felagið til, at politiska skipanin finnur ein fastan leist, at krevja eitt møguligt tilfeingisgjald eftir, og at vinnan verður tikin upp á ráð, tá hetta skal ásetast.
- Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at skipan við tilfeingisgjaldi skal ikki taka virkishugin frá teimum vinnurekandi, og tískil er neyðugt, at skipanin verður grundað á ein staðfestan og áhaldandi vinning. Stóran týdning hevur tað eisini, at eitt slíkt gjald ikki hevur neiliga ávirkan á kappingarførið hjá vinnuni í mun til umheimin, skrivar Bergur Poulsen.
Føroya Arbeiðsgevarafelag tykist ikki vera nakur heitur talsmaður fyri uppboðssølu av veiðurættindum.
- Eksperimentið við uppboðsølu av náttúrutilfeingi er roynt í minni mentum londum við ógvusligum búskaparligum og sosialum avleiðingum. Tað mugu verða aðrir møguleikar at tryggja meira gjøgnumskygni í tillutan av fiskiloyvum og møguleikum hjá øðrum at sleppa upp í part, skrivar Bergur Poulsen og mælir tí til stórt varsemi, áðrenn farið verður undir tílík ókend eksperiment, sum hann sjálvur kallar tað.
- Somuleiðis mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at politiska skipanin skapar frið kring loyvisgjaldsskipanina fyri alivinnuna, soleiðis sum arbeiðsbólkurin umboðandi politisku skipanina og alivinnuna var samdur um, skrivar Bergur Poulsen vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag.
- Sum áður hevur verið víst á, so hevur tað alstóran týdning, at vinnan hevur atgongd til tøka arbeiðsmegi, eisini útlendska, at vinnan hevur atgongd til marknaðir fyri vørur sínar og at skattaskipanin má vera rætt samansett, so vit ikki skatta fólk av landinum, skrivar hann at enda.