Tað sigur Føroya Arbeiðarafelag í eini áheitan á limirnar.
– Ein rúgva av fakfeløgum hava heitt á sínar limir um ikki at gera verkfalsrakt arbeiði. Millum feløgini eru øll handverkarafeløgini, pedagogarnir, maskinmeistararnir, fiskimannafelagið, skipara- og navigatørfelagið, starvsfelagið, sjúkrarøktarfrøðingarnir, heilsuhjálparar og heilsurøktarar.
HVAT ER VERKFALSRAKT ARBEIÐI?
Verkfalsrakt arbeiði fevnir til dømis um alla reingerð, arbeiðsfólk á fiska-, uppisjóvar- og alivirkjum, arbeiðsfólk í byggivinnu, bussførarar, lossing og landing, jørð- og betongarbeiði, reinhald og ruskinnsavnan, rottangabilaførarar, lastbila-, trailara- og tangabilaførarar, veg og asfaltarbeiðarar, havna- og tunnilsarbeiðarar, heilsølu- og lagurarbeiðarar, hotell- og matstovuvinna, arbeiðsfólk hjá landi og kommunum, vaskfólk hjá landi og kommunum uttanfyri havnina o.m.a.
Verður tú sum løntakari biðin um at gera verkfalsrakt arbeiði, skalt tú nokta hesum, tí tað er ikki títt øki.
Er nakað tú ivast í, set teg so í samband við títt fakfelag ella eitt av feløgunum, sum eru í verkfalli!