? Fyrireikingar til fíggjarlógararbeiðið byrjaðu longu í februar og uppskot til avtalu um útreiðslukarmar varð lagt fyri landsstýrið í mars. Henda avtala millum landsstýrismenninar er ein politisk avtala um, hvussu stóran útreiðslukarm hvørt málsøki skuldi hava í 1998.
Tíverri var ikki gjørd nøkur semja um útreiðslukarmarnar fyrr enn í juni mánaði. Hetta hevur gjørt, at arbeiðið við at tryggja at politisk semja er í samgonguni fyri at fremjha útreiðsluskerjandi tiltøk ikki er nógv væl á leið komið, nú fíggjarlógin verður logd fram.
Landsstýrismenninir á ymsu málsøkjunum hava í høvuðsheitum hildið seg innan fyri hesar útreiðslukarmar. Einstakar broytingar eru gjørdar, har semja var í landsstýrinum um at broyta karmarnar, tí nýggjar og broyttar umstøðu gjørdu tað neyðugt.
? í kreppuárinum 1993 vórðu nógvar avgerðir tiknar, ið høvud til endamáls at framja eina skjóta tillagin av almennu útreiðslunum til minkandi inntøkugrundarlagið. Ein av hesum avgerðum var at lækka almennar lønir 8,5%. Landsstýrið hevur í ár gj.ørt avtalu við fakfeløgini, sum førir við sær, at 1. januar 1999 koma almennu lønirnar aftur á tað støðið, ið tær vóru á, áðrenn 1993.
Almenna lønarstøðið veksur við einum sløkum prosenti frá 1997 til 1998, svarandi til umleið 10 milliónir krónur. Karmarnir á einstøku málsøkjunum eru øktir við einum prosenti av lønarjáttanini.
Á almannaøkinum verða sparingar framdar í lógarbundnu útreiðslunum fyri umleið 21 mió krónur. Sparingar fyri umleið 6 mió kr verða framdar umsitingarliga, meðan ætlaðu sparingarnar upp á 15 mió krónur bert kunnu verða framdar við lógarbroyting.
Broytt lóggáva fyri fólkaskúlan og nýggju sáttmáli við lærarafelagið hava við sær, at lønarútreiðslurnar til fólkaskulan økjast við 5,3 mió kr. Økingin stendst serliga av tilboðnum um forskúla, og av at enskt verður lærugrein frá 5. flokki. Harumframt er játtanin til eftirútbúgving økt munandi.
Avsettar eru 46 milliónir krónur til nýggja lóggávu á vinnuliga økinum.
Inntøkumetingarnar fyri 1998 eru gjørdar við støði í beinleiðis framrokningum av inntøkunum fyrstu sjey mánaðirnar í ár. Seinni í ár, tá metingargrudnarlagið verður betri, fer landsstýrið at gera nýggjar inntøkumetingar.