Tað skrivar Búskaparráðið:
Hallið hjá landskassanum er mett at verða 390 mió. kr. í 2025 og 375 mió. kr. í 2026, sí mynd 1. Hallið hjá kommunum er mett at verða 240 í 2025.
Tilsamans svarar tað til góð 2% av BTÚ í 2025.
At tað er hall hjá bæði landskassa og kommunum í hákonjunkturi merkir, at almennu mynduleikarnir eru við til at stimbra búskapin í góðum tíðum, tá ið tey ikki skulu.
Tá ið almennu útreiðslurnar til rakstur og íløgur verða øktar í góðum tíðum, verður búskapurin yvirhitaður. Hesin konjunkturviðgangandi fíggjarpolitikkur hevur negativar fylgjur við sær fyri allar geirar í samfelagnum; tað vil siga bæði vinnu, land, kommunur og húsarhaldini. Alt samfelagið rindar fyri yvirhitingina; vinnan rindar ov høgar prísir, skattaborgarin rindar ov nógv, tí byggiarbeiði hjá tí almenna gerast dýrari enn neyðugt, og húsarhaldini gjalda ov nógv, tí til dømis sethúsabygging dýrkar.
Førdi fíggjarpolitikkurin eigur ístaðin at vera konjunkturmótgangandi.
Politiski myndugleikin eigur at tálma í góðum tíðum.
##med2##
Viðm.: Landskassaúrslitið, vanligir postar. 2020-2024 er roknskapur, 2025 til 2026 eru metingar.
Kelda: Gjaldstovan, Fíggjarmálaráðið og Búskaparráðið
Les heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her
Les eisini:
Neyðugt at raðfesta millum íløgurnar
Sparið við at fremja nýskipanir, ikki við at brúka plenuklipparan