Ikki vist at semja er um lønhækking til tingfólk

Tá Løgtingið broytti lønar- og pensjónsviðurskifti hjá lansstýrisfólki var ikki semja um tað

Tá Løgtingið 9. mai í 2014 samtykti at hækka lønirnar hjá landsstýrisfólkum og samstundis taka av sera gullrandaðu pensjónsskipanina, vóru tingfólk als ikki samd. 

Tað var Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum legði málið fyri Løgtingið eftir at arbeiðsbólkur hevði gjørt eitt tilmæli.

Málið gjørdist eitt samgongumál, har tingfólk úr samgonguni atkvøddu fyri, meðan tingfólkini úr andstøðuni – ikki atkvøddu ímóti, men atkvøddu blankt.

Um talan aftur verður um eitt samgongumál hesaferð, so er ikki so vist, at málið verður samtykt – uttan so, at samgongan stendur samans, eins og samgongan hjá Kaj Leo Holm Johannesen gjørdi tann 9. mai í 2014.

Samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur 18 tingsessir, so um tey øll standa saman, og andstøðan ikki atkøvður ímóti, so verður uppskotið helst samtykt. 

Sannlíkt er tó, at tað verður samtykt, tí so hava landsstýrisfólk og tingfólk somu lønar- og eftirlønar skipan.

Tá Løgtingið atkvøddi um málið hjá Kaj Leo Holm Johannesen 9. mai í 2014, fullu atkøvðurnar í Løgtinginum soleiðis:

 

JA: 19

 

1. Jógvan á Lakjuni

 

2. Gerhard Lognberg

 

3. Edva Jacobsen

 

4. Jóna M. Mortensen

 

5. Helgi Abrahamsen

 

6. Alfred Olsen

 

7. Reimund Langgaard

 

8. Rósa Samuelsen

 

9. Bárður Nielsen

 

10. Eivin Jacobsen

 

11. Joen Magnus Rasmussen

 

12. Hanus Samró

 

13. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 

14. Rodmundur Nielsen

 

15. Bjarni Djurholm

 

16. Janus Rein

 

17. Jákup Mikkelsen

 

18. Vinjard Johansen

 

19. Bill Justinussen

 

 

 

NEI: 0

 

 

 

BLANK: 12

 

1. Poul Michelsen

 

2. Kári P. Højgaard

 

3. Sirið Stenberg

 

4. Páll á Reynatúgvu

 

5. Gunvør Balle

 

6. Bjørt Samuelsen

 

7. Kristina Háfoss

 

8. Høgni Hoydal

 

9. Eyðgunn Samuelsen

 

10. Henrik Old

 

11. Rigmor Dam

 

12. Aksel V. Johannesen