Røða í smb. við eykajáttan til at geva Bústaðir ræðisrættin á Eirargarði 2, sum skal umbyggjast til lestrar- og ungdómsbústaðir.
Hetta málið – løgtingsmál nr. 3/2025 – snýr seg um eina eykajáttan til at flyta Heilsumálaráðið og Almanna og mentamálaráðið úr Eiragarði 2 og nærri Tinganes – og samstundis fevnir eykajáttanin um at Húsalánsgrunnurin (ella Bústaðir) fær ræðisrættin á Eiragarði 2, sum skal umbyggjast til lestrar- og ungdómsbústaðir.
Talan er um eina eykajáttan við einum halli á 0,8 mió. kr.
Meiri umráðandi er, at talan er um eina eykajáttan, sum fer at seta ferð á at tað verða fleiri lestrar- og ungdómsbústaðir tøkir – alt eftir hvørjar loysnir verða valdar, so fer at bera til at útvega millum 43 og 55 lestrar- og ungdómsbústaðir í Eirargarði 2.
Okur eru seinastu árini í fleiri umførum – m.a. av Hagstovu Føroya og ikki minst í sendingum í sjónvarpinum og útvarpinum – mint á avbjóðingina við at nógv av okkara ungu – umleið 40% av hvørjum árgangi – leita av landinum at nema hægri útbúgving – og av hesum venda bara helvtin aftur til Føroyar.
Við øðrum orðum vísa tøl, at okur missa 20% av hvørjum árgangi.
Ein kanning, sum varð gjørd av Hægri nám á heysti í fjør vísti, at bara fimti hvør næmingur í 3. flokki í miðnámi tá, ætlaði at útbúgva seg víðari í Føroyum – fimti hvør av 550 næmingum, sum tá gingu á seinasta árið á miðnámi.
Við øðrum orðum ætlaðu 440 næmingar í hesum árganginum av miðnámsskúla næmingum av landinum undir framhaldandi útbúgving – og verður gongdin sum undanfarin nógvu ár, so venda bara 220 av teimum aftur eftir lokna útbúgving.
Hendan gongdin er fyri Føroyar ein ómetaliga stórur samfelagsligur og búskaparligur missur. Ein katastrofa fyri samfelagið, kundi man sagt – og eitt felli og ein missur, sum er millum størsta avbjóðingar, sum samfelagið hevur í dag.
Tá okkara ungu hava flutt seg frá barnagarði til fólkaskúla og síðani farin ígjøgnum miðnámsskúla, so hevur samfelagið gjørt íløgur í hvønn einstakan á útvið 1,5 mió. kr.
Um ein munandi partur av okkara ungu fara av landinum at lesa og ikki venda aftur, so er hetta ein íløga í okkara ungu, sum samfelagið missur.
Um t.d. 200 av okkara ungu í árganginum, sum í summar varð liðugur á miðnámi, ikki vendur aftur, so hevur samfelagið ikki fingið gagnnýtslu – ella mist eina íløgu á umleið 300 mió. kr. – bara fyri ein árgang – og hetta er ein støða, sum hevur verið hvørt ár seinastu nógvu árini.
– Og íløgan, sum Føroyar hevur gjørt í okkara ungu, fær eitt annað land ella onnur lond ágóðan av.
Eitt er missurin av sjálvari íløguni í okkara ungu – eitt annað er, at hesi ungu – tey flestu við góðari útbúgving ikki venda aftur og gerast partur av føroyska samfelagnum.
Gerast partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum – at arbeiða og virka, at taka lut í at menna nýggjar vørur, nýggj tilboð og skipa nýggjar tænastur.
Ella gerast partur av frítíðar- og ítróttarfelagsskapum, av grannaløgum og bygdasamfeløgum og har gerast partur av menningar og trivnaðararbeiðinum í nærumhvørvinum – og so framvegis.
Hetta hevur sjálvandi eitt stórt virði fyri alt samfelagið – eitt virði, sum man eisini kann rokna uppá.
So vítt eg veit, so hava okur í Føroyum ikki útrokningar fyri hvussu nógv ein við hægri útbúgving gevur til samfelagið. Danska Fíggjarmálaráðið hevur hinvegin gjørt nakrar útrokningar og vísa tær, at ein við universitets útbúgving yvir eitt arbeiðslív skapar ein vinning fyri samfelagið á millum 10 og 15 mió. kr.
Missa okur 200 av hvørjum ungdómsárgangi, so er greitt, at talan eisini er um ómetaligan stóran miss fyri samfelagið, ikki minst um arbeiðslívið hjá hesum fólkunum verður tikið inn í myndina.
Talan er um ein stórur miss fyri samfelagið – eisini í krónum og oyrum – og hetta hevur sjálvandi eisini stóra ávirkan á haldføri, tí við tað at nógv, sum eru í góðum árum, ikki venda heim eftir lokna útbúgving, so ger tað eisini, at tað verða lutfalsliga fleiri eldri í samfelagnum – og hevur tað jú eina beinleiðis ávirkan á haldføri.
So tá okur tosa um at gera íløgur, sum kunnu føra við sær, at okkara ungu í størri mun velja at fara undir útbúgving í Føroyum – so er hetta eitt mál, sum helst alt Løgtingið hevur felags áhuga í at fremja.
Við hesari eykajáttan verður ferð sett á at fáa fleiri lestrar- og ungdómsbústaðir – og er tað onki at ivast í, at hetta er ein neyðug íløga – og ein íløga, sum helst skuldi verið gjørd fyri fleiri árum síðani.
Okur kunnu tó ikki spola tíðina aftur – men mugu leggja enn størri orku í at fáa skapt og skipa loysnir, soleiðis at okkara ungu lættari kunnu fara undir útbúgving í Føroyum – samstundis sum okur eisini geva okkara ungu møguleikan at venda aftur eftir lokna útbúgving – og har hevur bústaðarpolitikkur, sum er ávegis, ikki minst týdning.
Skulu Føroyar verða kappingarførar á útbúgvingarøkinum, so skal eitt gott lestrarumhvørvið til – og har eru lestrarbústaðir ein heilt avgerandi partur.
Í mínum nærumhvørvi í Vági eru tað fleiri ung, sum nú í september byrja hægri útbúgving í Danmark – fleiri teirri umhugsaðu at fara undir útbúgving í Føroyum, men Føroyar vórðu frávaldar m.a. tí tað er so nógv lættari at fara undir útbúgving í t.d. Aalborg – har tú, sum kemur uttanífrá – uttan fyri stórøkið kring Aalborg – hevur trygd fyri at fáa lestrarbústað, og harumframt er kostnaðurin av lestrarbústaðinum sera lágur.
So lítið er at ivast í, at mangulin uppá bíligir og góðar lestrarbústaðir er millum orsøkirnar til at okkara ungu leita av landinum at nema sær hægri útbúgving.
Og hetta er ikki ein støða, sum okur bara kunnu lata standa til – tí er hendan íløgan átrokandi.
Eitt er íløgan í lestrarbústaðir og lestrarumhvørvið – eitt annað er, at íløgan í hægri útbúgvingar – í gransking, menning og útbúgving á okkara universiteti – íløgan í karmarnar kring Fróðskaparsetri, í kampus – alt íløgur, sum hava avgerandi týdning fyri framhaldandi menning av okkara samfelag.
Tí er tað eisini neyðugt, at okur framhaldandi raðfesta Fróðskaparsetrið, samstundis sum okur raðfesta lestrarumhvørvið, lestrarbústaðir og lestrarstuðulin, og sum heild betra um møguleikarnir fyri at taka hægri útbúgving í Føroyum.
Lestrar- og ungdómsbústaðirnar í Eirargarði 2 eru ein liður í hesum.
Stjórin í Bústaðir vildi fyrr í vikuni ikki siga nakað um nær farast kann ígongd. Eg eri vísur í, at landsstýriskvinna ikki fer at liggja á hesum málinum og fer at gera alt fyri at gongd kann koma á umbyggingina longu í ár, soleiðis at tey fyrstu kunnu flyta inn í Eirargarð 2 komandi summar.
Sjálvandi fara okur at gera okkara til at hetta gerast veruleiki – tí hetta snýr seg um okkara ungdóm og um okkara felags framtíð – um átrokandi íløgur í eitt økið, sum hevur stóran týdning fyri allar Føroyum.
Dennis Holm, løgtingslimur fyri Tjóðveldi