Páll Oddur Rubeksen helt týsdagin íløguskeið við tí endamáli, at luttøkugjaldið skuldi latast felagsskapinum Í menniskjum góður tokki.
13 fólk frá átta fyritøkum luttóku í skeiðnum og inn komu heilar 40.600 krónur, sum fóru óskerdar til endamálið.
Páll Oddur Rubeksen, sum dagliga starvast á Tryggingarfelað Føroyar, sigur at hetta er eitt eitt hjartamál hjá honum, og at hann fegin vildi skipa fyri onkrum, soleiðis at hann eisini fekk veitt ta hjálp, hann ynskti, hóast hann ikki er vanur við at skipa fyri slíkum, sigur hann.
-Symbolski parturin í hesum er at fyritøkan ger íløgur í starvsfólk við at senda tey á skeið, sum síðani ger íløgur í eina góða søk, sigur hann.
Hotel Tórshavn stuðlaði tiltakinum við einum fundarhøli við øllum hentleikunum.
Luttakarar á skeiðnum vóru:
Marner Mortensen, stjóri, Norðoya Sparikassa
Petur Sigurð Johannesen, grannskoðari, Januar
Aksel Poulsen, grannskoðari, Januar
Atli Danielsen, Compliance og váðastýring, Norðoya Sparikassa
Helen H. Jacobsen, fíggjarfólk, Gjaldstovan
Sverri Justinussen, leiðari fyri Markets, EIK
Jan Otto Holm, fíggjarráðgevi, JOSH
Malan Johansen, deildarleiðari, Gjaldstovan
Høgni Olsen, deildarleiðari á fíggjar- & fyrisitingardeildini, ALS
Arnfinnur Gudjónsson, bólkaleiðari fyri íløgudeildina, BankNordik
Johnny Mouritsen, ráðgevi á fíggjardeildini, BankNordik
Páll Oddur Rubeksen, fíggjarfulltrúi, Tryggingarfelagið Føroyar.
Johnny í Grótinum, ráðgevi á fíggjardeildini, BankNordik (vantar á mynd)