Sambært mammuni fór hann til Russlands í januar 2024 at lesa, men varð handtikin fyri at hava rúsevni og fekk valið millum sjey ár í fongsli ella hertænastu.
- Eg veit ikki, hvussu hann endaði í Ukraina. Eg fann bara útav tí gjøgnum eitt video á neitnum, sigur hon.
Í videobrotinum, sum ukrainski herurin deilir, sigur sonurin, at hann valdi at berjast fyri Russlandi fyri at sleppa undan fongsli.
Indiska stjórnin kannar málið og heitti í farna mánaði á Russland um at senda 27 indarar, sum eru skrivaðir inn í herin, heim aftur.