Inflatiónin í teimum londunum, sum hava evruna sum gjaldoyra, fall úr 4,3 prosentum í september til 2,9 prosent í oktober.
Tað átta tøl frá ES hagstovuni Eurostat í dag.
Tað er sjáldsamt, sigur Tore Stramer, sum er búskaparfrøðingur vinnufelagsskapinum Dansk Erhverv, at inflatiónin fellir so nógv upp á ein mánað.
– Tað er bara hent tríggjar ferðir áður tey 40 árini, hagtøl eru førd, at inflatiónin er fallin yvir eitt prosent upp á ein mánað, skrivar hann í eini viðmerking.
Í oktober í fjør var inflatiónin í evruøkinum gjørd uppt il 10,6 prosent.
Tað er serliga stórt fall í orku- og matvøruprísunum, sum hevur ført til stóra fallið í inflatiónini seinastu mánaðirnar, sigur Tore Stramer.
/ritzau/