INFLUENSAN
Ógvusliga influensan, sum hevur herjað kring landið í fleiri vikur, ger rættiliga vart við seg í Vestmanna skúla í hesum døgum. Serliga framhaldsdeildin í Vestmanna skúla er hart rakt. Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku vóru bert 22 av 90 næmingum í teim 5 framhaldsflokkunum í skúla. Teir 22 næmingarnir vóru í skúla nakrar tímar og fóru síðani heim. Í gjár, mánadagin, vóru 5 lærarar sjúkir og helmingurin av næmingunum í tí eina áttanda flokkinum og 10. flokki framvegis sjúkir. Hin 8. flokkurin fekk frí, tí allir lærararnir hjá teimum vóru sjúkir. Báðir 9. flokkarnir fóru í starvsvenjing mánadagin. Hvussu nógvir av næmingunum í 9. flokki eru komnir fyri seg aftur, vita vit ikki.
- Hetta er ein rættiliga serlig støða. Eg veit ikki um tað nakrantíð er komið fyri fyrr, at so stórt tal av næmingum hava verið burturi vegna sjúku í senn. Undantakstøða er tað kortini ikki, her er eingin panikkur, tí vestmenningar eru eitt róligt fólkaslag, sigur Jóannes Fonsdal, skúlastjóri í Vestmanna.
Yngru næmingarnir í Vestmanna skúla hava ikki verið so hart raktir av sjúku sum teir eldru. Ikki enn í øllum førum.
Í Vestmanna skúla eru 230 næmingar og 22 lærarar.
Fiskaarbeiðið darvað
Eisini fiskavirkini, Atlantis og Føroya Fiskavirking í Vestmanna hava verið darvað av influensuni. Í síðstu viku vóru 11 arbeiðsfólk sjúk á einari vakt, sum telur 40 fólk, á Fiskavirking.
- Vit máttu steðga einari framleiðslu, tí so nógv fólk vantaðu, sigur Anni Egholm, arbeiðsforkvinna á Fiskavirking.
Skúlanæmingar í Vestmanna arbeiða aftaná skúlatíð, men eingin teirra var sum vera man til arbeiðis í síðstu viku. Eisini Anni Egholm heldur, at influensan herjar serliga nógv í ár.
- Í vetur hava ógvuliga nógv fólk verið sjúk, men eg veit ikki um, at tað nakrantíð fyrr hava verið so nógv fólk sjúk í senn sum í síðstu viku.
Á Atlantis er støðan kortini ikki so ring. Eini 15 fólk arbeiða har.
- Onkur hevur verið sjúkur, men tað hevur kortini ikki verið so galið. Einir 6 skúlanæmingar arbeiða her, men eingin teirra var til arbeiðis í síðstu viku, sigur Jákup Oluf Hansen, stjóri á Atlantis.