Nú tey 20 fakfeløgini aftur eru farin at fundast um »tiltøk« vegna samtyktu skattingina av fiskimonnum, má roknast við, at Ingeborg Vinther hevur greitt fundarluttakarunum frá, at hon als ikki møtti á tingfundi, tá málið fekk 3. viðgerð og varð endaliga samtykt tann 30. desember.
Fundarluttakararnir munnu vita, at hvørt lógarmál krevur tvær atkvøðu-greiðslur. Og hvør av hesum atkvøðugreiðslum eru eins umráðandi. Men tá tann avgerandi atkvøðugreiðslan fór fram møtti Ingeborg als ikki upp og atkvøddi tískil heldur ikki.
Í »Dimmalætting« týsdagin sigur hon, at »hetta hevði sína forkláring. Hon slapp ikki norð um fjørð til tingfund fyri veður«. Júst hetta er sera eyðkent tann hátt sum Ingeborg Vinther umgongst sannleikan. Øll minnast, at »Smyril« ikki sigldi ein dag um nýggjárið, so hetta kann nokk passa.
Men veruleikin er tann, at samb. upplýsingum frá Strandferðsluni sigldi »Smyril« eftir ferðaætlanini tann 30. desember, so Ingeborg Vinther hevði óskerdan møguleika at vera á nevnda tingfundi. Annars fáa tingmenn uttan fyri Havnina eina serliga viðbót, sum m.a. skal dekka ferðaútreiðslur til allar tingfundir.
Nú hava hesi 20 fakfeløgini heitt á limirnar um ikki at atkvøða fyri tinglimum, sum atkvøddu fyri skattalógini. Nú manglar bert eitt tilmæli um hvørt atkvøðast kann fyri tinglimum, sum ikki tímdu at møta á tingi til avgerandi atkvøðugreiðsluna, og sum harvið gjørdu sítt til at málið varð endaliga samtykt. Og sum brúka ósannindi sum undanførslu fyri ikki at tíma at møta upp!
Sum t.d. Ingeborg Vinther.
Óli Jacobsen