Ingi Højsted kom inn fyri Arsenal

Ingi Højsted og hinir á U-17 liðnum hjá Arsenal máttu sunnukvøldið lúta fyri Newcastle United í fjórðingsfinaluni í kappingini um enska meistaraheitið.

Ingi kom á vøllin í 25. minutti fyri Frankie Simek. Tá var støðan 1-1. Arsenal hevði lagt seg á odda, tá bara ein minuttur varð leiktur, men Newcastle svaraði aftur tveir minuttir seinni.
Stutt fyri hálvleik legði Newcastle seg framum, og Arsenal megnaði ikki at reisa seg aftur. Ingi Højsted er yngri enn teir flestu á liðnum, men hóast sín unga aldur ger hann seg galdandi í London.