Tað endaði við 4-3 sigri til gestirnar, tá ið FC Hoyvík í dag var gestur hjá næstbesta NSÍ liðnum. Hetta vóru fyrstu stigini, sum FC Hoyvík vann síðani uppflytingina í heyst.
Hálvleiksstøðan var 2-1 til NSÍ.
Einki bendi fyrstu løtuna á, at heimaliðið einki stig fór at fáa burturúr, tí tá ið 13 minuttir vóru farnir, var NSÍ frammanfyri 2-0. Fyrra málið skoraði Benadiktus Olsen, og tað seinna skoraði norski álopsspælarin Tobias Hestad, sum í fyrsta umfari sat á beinkinum alla tíðina, tá ið NSÍ í Meistaradeildini vann 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi.
FC Hoyvík svaraði tvær ferðir aftur undan steðginum. Lítil hálvur tími var farin, tá ið Daniel Adai úr Gana minkaði um munin. Tá var tað Andreas Nolsøe, sum átti uppleggið, og tveir minuttir undan steðginum var tað Emmanuel Andorful, landsmaður hjá fyrra málskjúttanum, sum javnaði til 2-2. Tá var tað Ingolf Tvørfoss, sum átti uppleggið. 24 ára gamli gøtumaðurin, sum í fjør spældi við EB/Streymi, varð lyklaspælari, tí tað var hann, sum legði FC Hoyvík á odd 3-2, tá ið ein lítil tími var farin, og 17 minuttir undan leikloki økti hann um munin til 4-3.
Tá ið NSÍ miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði til 3-3, var Jonn Mortensen málskjútti, og Jógvan Højgaard átti uppleggið.
NSÍ hevur eitt stig fyri 1-1 javnleikin ímóti TB í Trongisvági í fyrsta umfari.
Í fyrsta umfari tapti FC Hoyvík 4-1 á heimavølli ímóti Víkingi.
Í triðja umfari fær FC Hoyvík vitjan av TB, og NSÍ fer at spæla á útivølli ímóti HB.











