KÍ vann greiðan sigur í stór­steypa­dysti­num

Durita Hummeland skoraði tvey mál

Durita Hummeland skoraði fyrsta og triðja málið hjá KÍ (savnsmynd)

Kvinnurnar hjá KÍ hava longu vunnið ársins fyrsta steyp.

 

Í stórsteypadystinum móti HB vunnu klaksvíkskvinnur 3-0 á HB.

 

Durita Hummeland legði KÍ á odda fimm minuttir undan steðginum. 

 

Bert fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki tá Tórunn Højgaard Joensen legði upp til Mariu Johansen, ið økti til 2-0.

 

Durita Hummeland staðfesti sigurin í 73. minutti. Eyðvør Klakstein legði upp til tað málið. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19 byrjar kappingin í meistaradeildini hjá kvinnum, tá NSÍ tekur móti Skála ÍF við Løkin í Runavík.

 

Sunnudagin 22. mars vera dystirnir hesir: 07 Vestur-KÍ, Víkingur-B36 og HB-FC Hoyvík.

 

 

 

Durita Hummeland skoraði fyrsta og triðja málið hjá KÍ (savnsmynd)