Hóast Norðoyarstevnu og nógv fólk í býnum, hevur løgreglan ikki havt nógv at gjørt í Klaksvík. Fríggjakvøldið og leygarnáttina var púrt einki at gera, nøkur full fólk vórðu tikin upp og koyrd heim. Leygarkvøldið var eitt Innbrot hjá Heimavirkinum, enn er ikki greitt, um nakað er stolið.
Harafturat varð ein taska við 1.800 kr. stolin frá teimum, sum høvdu barnamotorsúkklukoyring við skúlan á Ziskatrøð. Løgreglan stendur á berum í báðum málum.
Eisini sunnunáttina vórðu nakrir fullir menn koyrdir til hús.