Um góðar tríggjar vikur verður val til norska Stórtingið, og sum so ofta fyrr benda veljarakanningarnar eisini hesa ferð á, at valið verður spennandi, og at sigurin kann fara báðar vegir - til tey borgarligu ella tey reyðgrønu
Val í Noregi
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Høvdu teir norsku veljararnir mannað Stórtingið av nýggjum nú, hevði munurin á teimum báðum veingjunum verið so lítil, at bara ein tinglimur hevði verið á muni. Bara ein av 167, og tann eini tinglimurin hevði tryggjað sitandi samgongu hjá Arbeiðaraflokkinum, Sosialistiska Vinstraflokkinum og Miðflokkinum meiriluta við einum úrsliti, sum kundi verið frá einum sera spennandi kurvabóltdysti, 84 ímóti 83.
Hendan seinasta kanningin, sum Gallup gjørdi fyri norska TV2, gav Arbeiðaraflokkinum 33,9 prosent av atkvøðunum, og tær høvdu givið flokkinum 66 tinglimir ella fimm afturat teimum núverandi. Harafturímóti høvdu hinir báðir flokkarnir í samgonguni mist fólk í Stórtinginum. Miðflokkurin hevði fingið 5 prosent og hevði mist tríggjar av sínum 11 tinglimum, og Sosialistiski Vinstraflokkurin hevði við 6,7 prosent og hevði mist fimm av sínum 15 umboðum í Stórtinginum.
Á teirri borgarligu síðuni hevði Framburðsflokkurin fingið 24,8 prosent, sum høvdu givið flokkinum 44 tingmenn ella seks fleiri enn nú. Høgri hevði fingið 13,2 prosent og 21 tinglimir ella tveir færri enn nú. Kristiligi Fólkaflokkurin hevði fingið 6,4 prosent og 10 tinglimir ímóti 11 í verandi Stórtingi, og loksins hevði Vinstri fingið 5,4 prosent, ið høvdu givið flokkinum átta tinglimir, sum er tveir færri enn á seinasta vali.
Væl umtóktur
Eitt er, hvønn flokkk ella hvørja flokspolitiska hugsjón fólk velja. Annað er, hvat tey halda um tey einstøku valevnini og serliga floksleiðararnar, sum eru forsætisráðharraevni hjá hvørjum flokki sær. Og í tí spurninginum eru teir norsku veljararnir ikki í iva.
Í einari kanning, sum kringvarpið NRK hevur latið gera, siga 42 prosrnt av teimum spurdu, at tey vilja hava formannin í Arbeiðaraflokkinum, Jens Stoltenberg, at halda fram sum forsætisráðharra. Næst honum kemur forkvinnan í Framburðsflokkinum, Siv Jensen, ið fær undirtøku frá 16 prosentum sum tað best egnaða evnið sum stjórnarleiðari. Tað er kortini greitt, at Siv Jensen verður ikki forsætisráðharri. Tað kann forkvinnan í Høgra, Erna Solberg, harafturímóti blíva, men eftir kanningini hjá NRK eru tað bara seks prosent, sum vilja hava hana í tað embætið.
Jens Stoltenberg er sum vera man fegin um stuðulin, men hann heldur kortini, at úrslitið er ein staðfesting av, at veljararnir eru nøgdir við politikkin hjá sitandi samgongu.
- Eg síggi hetta sum eina álitisváttan til stjórnina. Úrslitið vísir, at tað hevur týdning at brúka pengar til eldrarøkt og skúlar heldur enn at lata milliardir í skattalætta, sigur Jens Stoltenberg við NRK.
Betur enn null
Kanningin hjá NRK avdúkar, at hóast fá lond hava so nógvar kvinnuligar floksleiðarar sum Noreg, so hava tær norsku kvinnurnar líka stórt álit á formanninum í Arbeiðaraflokkinum sum á Siv Jensen og Ernu Solberg. Í hesum høpi stendur Siv Jensen serliga veik, tí bara 11 prosent av kvinnunum halda hana vera egnaða sum stjórnarleiðara.
Men Siv Jensen og Erna Solberg lata seg ikki taka av fótum, hóast tær eru so langt aftan fyri Jens Stoltenberg í umdømiskanningini.
- 16 prosent er betur enn null, sigur Siv Jensen.
- Eg vænti, at tað fer at eydnast okkum at venda myndini av, hvør er best egnaður at vera stjórnarleiðari, sigur Erna Solberg og vísir á, at enn eru tað veljarar, sum ikki hava tikið støðu, hvar krossurin skal setast.
Innflytararnir velja
Talið á innflytarum, sum hava valrætt til Stórtingið, hevur ongantíð verið so stórt sum í ár, og valgranskarar siga, at tað kann koma Arbeiðaraflokkinum og verandi stjórnarsamgongu væl við. Ein kanning, sum bleiv gjørd í sambandi við kommunu- og fylkisvalið fyri tveimum árum síðani, vísti, at Arbeiðaraflokkurin er nógv tann best umtókti flokkurin millum innflytarar. Ikki minni enn 53 prosent av veljarum úr londum uttan fyri Vesturheimin atkvøddu fyri flokkinum í 2007. Næstflestu innflytaraatkvøðurnar fekk Sosialistiski Vinstraflokkurin, sum fekk 19 prosent.
Valgranskarin Johannes Bergh sigur við NRK, at innflytaraatkvøðurnar fara at hava størri týdning hesaferð enn nakrantíð fyrr, og at tað fer at koma Jens Stoltenberg og samgongu hansara til góðar á valdegnum um tríggjar vikur.
(Keldur: Aftenposten og NRK)