Innlendismálaráðið fingið60 umsóknir um mánaðin

Í meðal hevur Innlendismálaráðið brúkt ein mánað til at ummæla eina umsókn um uppihalds- og arbeiðsloyvi.

Talið á teimum, sum vilja sleppa til Føroya at arbeiða, hevur ongantíð verið so stórt sum í ár. Frá nýggjárinum til tann 20. oktober fekk Innlendismálaráðið 570 umsóknir um uppihalds- og arbeiðsloyvi.

Talið er nógv størri enn í fjør, tá Innlendismálaráðið fekk umleið 400 umsóknir. Í ráðnum verður sagt, at tann stóri munurin kemst av, at í ár komu nógvar umsóknir frá fólki í sambandi við oljuvinuna. Soleiðis var ikki í fjør.

Ein uppgerð hjá Innlendismálaráðnum vísir, at av teimum 570, sum høvdu søkt um uppihalds- og arbeiðsloyvi, høvdu 71,9 prosent fingið svar tann 20. oktober. Í meðal hevði ráðið brúkt ein mánað til at ummæla umsóknirnar, men nógv tær flestu umsóknirnar blivu avgreiddar innan fyri 14 dagar. Í summum førum tekur tað kortini væl longri tíð at avgreiða eina umsókn, áðrenn hon verður send donsku myndugleikunum, sum eiga ta endaligu avgerðina.

Fyrsta treytin fyri at fáa uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum er, at umsøkjarin hevur lyfti frá føroyskum arbeiðsgevara um arbeiði og løn, og at talan er um arbeiði fulla tíð. Tað er t. d. ikki nóg mikið, at arbeiðsgevarin skal brúka útlendska umsøkjaran nakrar tímar í eitt stutt tíðarskeið, tí Innlendismálaráðið vil tryggja sær, at tørvur veruliga er á útlendsku arbeiðsmegini.

Útlendingar, sum fáa uppihalds- og arbeiðsloyvi, fáa loyvið fyri eitt ár ísenn og skulu so søkja aftur.

Innlendismálaráðið hevur eisini fingið nakrar umsóknir í ár frá útlendingum í sambandi við familjusamanføring. Tað er galdandi, tá útlendingur giftist føroyingi, og eitt tílíkt loyvi er eisini bara galdandi eitt ár ísenn fyribils.