Ólavur í Beiti
Fíggjarmálaráðharrin, Karsten Hansen, hevur lagt uppskot fram vegna landsstýrið um ymiskar broytingar skattalógini. Hetta eru partvíst nágreiningar, sum umsiting av reglunum hevur víst verða neyðugar, og partvíst ein fylgja av broytingum av øðrum lógum, sigur fíggjarmálaráðharrin í viðmerkingunum.
Reglurnar um avmarkaða skattskyldu í sambandi við inntøku frá skipi, sum ikki er skrásett í Føroyum, men við ongari manning er leigað av føroyskum reiðaravirki, skulu nú eisini gerðast greiðari.
Vøra til útflutnings
? Løntakari, sum arbeiðir hjá føroyskum virki, sum framleiðir vørur til útflutnings, fær møguleika fyri at fáa frádrátt fyri meirútreiðslur í sambandi við arbeiði uttanlands. Teir persónar, sum her verður hugsað um, eru slíkir, sum arbeiða hjá framleiðsluvirkjum, har meginparturin av arbeiðinum verður gjørt í Føroyum til útflutnings. Tann parturin av arbeiðinum, sum fer fram uttanlands við m.a. at seta upp tað í Føroyum gjørdu framleiðslu, varir ofta ikki longri enn 2 til 3 vikur.
? Føroysk virki fáa tí nakrar eykaútreiðslur í mun til t. d. danskar fyritøkur, har løntakarin hevur møguleika fyri at fáa frádrátt. Hesin frádráttur kundi verið við til at betra um kappingarføri hjá føroyskum fyritøkum, sum virka vørur til útflutnings.
Fiskidagar
? Í sambandi við, at fiskidagar eru vorðnir umsetiligir, hevur spurningurin um skatting av søluinntøkuni tikið seg upp. Sum skattalógin er orðað í dag, er høvuðsreglan, at søla av fiskidøgum ikki skal roknast við í skattskyldugu inntøkana. Skotið verður upp, at inntøkan frá sølu av fiskidøgum verður gjørd skattskyldug í øllum førum. Hinvegin kann keyparin útreiðsluføra útveganarpeningin sum rakstrarkostnað útveganarárið, sigur fíggjarmálaráðharrin.
? Fiskidagar verða mettir at vera eitt aktiv, og søla av hesum er skattafrí. Til tess at skatta søluna av fiskidøgum krevst, at skattgjaldarin hevur sum vinnu at selja fiskidagar, ella at hann hevur útvegað sær fiskidagarnar til at selja aftur við vinningi.