Ovastin hjá iransku kjarnorkumyndugleikunum, Mohammad Eslami, sigur, at einki land kann taka rættin frá Iran at ríka uran.
Hetta skrivar AFP-tíðindastovan.
– Grundarlagið undir kjarnorkuvinnuni er ríking. Sama, hvat tú vilt gera í kjarnorkutilgongdini, so hevur tú brúk fyri kjarnorkubrennievni, sigur hann.
Hann vísir á, at kjarnorkuætlanin hjá Iran er framd sambært reglunum hjá altjóða orkustovninum, og einki land kann frátaka Iran rættin til friðarliga nýtslu av hesi tøkni.
Útsøgnin hjá Mohammad Eslami í iranskum blaði, sum AFP endurgevur, kemur eftir, at Donald Trump, forseti, hevur endurtikið, at USA kann leypa á Iran.
USA er millum tey lond, sum stúra fyri, at endamálið við ríkingini av urani hjá Iran er at menna kjarnorkuvápn, men hetta avsannar Iran.
Lesið eisini:
USA nærkast einum stórkríggi við Iran - https://www.in.fo/news-detail/usa-naerkast-einum-storkriggi-vid-iran











