Tað finnast ikki nógvar myndir av nýggja andaliga leiðaranum í Iran, Mojtaba Khamenei, men líkt er til, at hann hevur eina harðari og djarvari kós mótvegis USA, enn pápin hevði

Iran kann framleiða primitivar kjarnorkubumbur

Tað sigur atomfysikarin, Ali Vaez, sum ávarar um, at Iran kann vera nærri kjarnorkuvápnum enn áður hildið. Serfrøðingurin er føddur og uppvaksin í Iran

Tað finnast ikki nógvar myndir av nýggja andaliga leiðaranum í Iran, Mojtaba Khamenei, men líkt er til, at hann hevur eina harðari og djarvari kós mótvegis USA, enn pápin hevði

Kjarnorkuvápn í Iran kunnu vera nærri, enn tú heldur.

 

Kollveltingarhirðin hevur valdið og nýggi andaligi leiðarin, Mojtaba Khamenei, tekur ikki somu fyrilit, sum pápin og undanfarni leiðarin tók.

 

Atomfysikarin, Ali Vaez, sum er føddur og uppvaksin í Iran, ávarar um, at Iran kann vera nærri kjarnorkuvápnum, enn áður hildið.

 

Hann vísir á, at Iran eigur 60 prosent ríkaða uran og soleiðis ein kapasitet til at framleiða fleiri primitiv kjarnorkuvápn, sum hann málber seg.

 

Serfrøðingar vísa tískil á vandan fyri ókendum avleiðingum, um stríðið í Miðeystri herðist.

 

Ali Vaez hevur kannað Iran í fleiri ár.

 

Sum atomfysikari og stjóri fyri International Crisis Groups, sum er ein Iran-verkætlan, er hann ein av heimsins fremstu serfrøðingum innan islamisku stjórnina í Iran.

 

Verdens Gang, sum endurgevur serfrøðingin, sigur, at sambært Ali Vaez hevur Iran tað mesta, sum skal til fyri at kunna framleiða kjarnorkuvápn.

 

- Landið eigur 60 ríkaða uran, fleiri hundrað granskarar og framkomnar sentrifugur til ríkan av urani.

 

Og Ali Vaez sigur soleiðis:

 

- Við urani, sum er ríkað til 60 prosent, kanst tú ikki framleiða eina kjarnorkubumbu við mestu spreingimegi, men tú kanst framleiða eitt primitivt kjarnorkuvápn.

 

##med2##

 

Hetta sigur atomfysikarin eisini í samrøðu við CNN.

 

- Eg vænti, at Iran hevur nóg mikið av tilfari til at framleiða einar 4-6 slíkar kjarnorkubumbur, sigur Ali Vaez.

 

Greinin í Verdens Gang, sum kallast "Ekspert om Iran: –⁠ Kan lage et primitivt atom­våpen", kann lesast á www.vg.no

 

 

 

 

 

Tað finnast ikki nógvar myndir av nýggja andaliga leiðaranum í Iran, Mojtaba Khamenei, men líkt er til, at hann hevur eina harðari og djarvari kós mótvegis USA, enn pápin hevði

Ali Vaez, sum er føddur og uppvaksin í Iran, er atomfysikari