Maður fyri borð á oljutangaskipi í Norðsjónum

Leitingin er steðgað, og maðurin er helst sjólátin

 

Ein maður er farin fyri borð á einum útlendskum oljutangaskipi.

 

Høvuðsbjargingarstøðin í syðra parti av Noregi fekk eini neyðboð stutt fyri klokkan 16, lokala tíð, í dag.

 

Umleið klokkan 19.45 í dag visti bjargingarstøðin at siga, at leitingin eftir manninum er steðgað.

 

Eftir einari samlaðari meting í samráð við lækna, hevur politimeistarin í økinum, Hans Vik, gjørt av at gevast við leitingini.

 

- Mett verður ikki, at nakar møguleiki er at finna saknaða mannin aftur á lívi.

 

Tískil er maðurin nú - eftir at leitað hevur verið í næstan fýra tímar - at rokna sum sjólátin, verður sagt í tíðindaskrivi.

 

- Okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi og manningini umborð á tangaskipinum í hesi krevjandi støðu.

 

Høvuðsbjargingarstøðin takkar øllum, sum vóru við í leitingini, fyri átakið og fyri gott samstarv í allari leitingini.

 

Tað var vestanfyri Stavnger í Noregi, at maðurin fór fyri borð.

 

##med2##

 

- Tað eru trupult, tá veðrið er so ringt, og tað er krevjandi at koma sær fram, segði bjargingarleiðarin, Jan Erik Skorpe, við www.tv2.no um 16-tíðina í dag.

 

Hendingin fór fram umborð í oljutangaskipinum, Alfa Baltica, sum var á veg úr Mongstad í Noregi til Litava.

 

Bæði skip og bjargingartyrlur luttóku í leitingini eftir manninum, sum tíverri ikki er funnin aftur, men sum nú verður roknaður sum sjólátin.

 

Fleiri norskir miðlar skriva um hendingina, eitt nú Verdens Gang.

 

Her verður sagt, at tað var í herviliga storminum - Dave - at maðurin fór fyri borð, og sambært VG var maðurin ikki í bjargingarvesti, tá vanlukkan hendi.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Oljutangaskipið, Alfa Baltica

Norska kringvarpið - NRK - hevur lagt hetta kortið út, sum vísir leitingina. Mynd: Flight Radar