Iran kann hótta meginpartin av Evropa

Ísraelski herurin sigur, at Iran kann senda rakettir til evropeiskar stórbýir. - Hetta fara vit at kanna, sigur Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte

Ísraelski herurin (IDF) hevur gjørt eitt kort, sum vísir, hvussu langt iranskar rakettir kunnu røkka. 

 

Fríggjadagin sendi Iran rakettir móti amerikansku/ bretsku herstøðini á oynni, Diego Garcia í Indiska Havinum.

 

Eingin av rakettunum rakti støðina, men iranska álopið hevur fingið fleiri at ressast.

 

Í gjár fór ísraelski herurin út við einum boðum á X, fyrrverandi Twitter, har IDF heldur upp á, at Iran hevur vápn, sum kunnu ferðast heilar 4000 kilometrar.

 

- Iranska stjórnin er ein global hóttan - nú við rakettum, sum kunnu røkka bæði London, París og Berlin, skrivar IDF á X.

 

Meira um hetta kann lesast um hesa leinkju - https://www.dagbladet.no/nyheter/kan-true-mesteparten-av-europa/84404717

 

Mark Rutte, NATO-aðalskrivari sigur, at hetta er nakað, sum verjusamgongan fer at kanna nærri.