Hetta er nýggja nevndin í Føroya Arbeiðarafelag

- Vit ynskja Maud Túgvustein og Jógvani Delmarson hjartaliga tillukku við valinum og takka Magnusi Paula fyri gott samstarv

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag fríggjadagin hin 20. mars stóðu Magnus Pauli Hammer og Maud Túgvustein fyri vali. 

 

- Maud varð afturvald, og Jógvan Delmarson Kjærbo varð valdur í nevndina.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Nýggja nevndin í Føroya Arbeiðarafelag sær nú soleiðis út:

 

Elin Kamilla Sørensen, forkvinna, Georg F. Hansen, Marjun S. Debes, Maud Túgvustein (vantar á myndini), Hans Cecil Poulsen, Harry Benjaminsen og Jógvan Delmarson Kjærbo.

 

- Vit ynskja Maud og Jógvani hjartaliga tillukku við valinum og takka Magnusi Paula fyri gott samstarv. Hjartaliga tillukku, øll somul, verður lagt aftrat.