Iran hevur skotið rakettir móti Ísrael, har íbúgvarnir frammanundan høvdu fingið ávaring um, at eitt álop kundi vera á veg.
Fráboðanirnar um skottilburðin komu í køvld umleið klokkan 17:30 okkara tíð, og tá ljóðaðu bumbuávaringar fyrst í Jerusalem og seinni um alt landið.
Ávaringar, sum sendu fólkið í skjól.
Í løtuni eru ongar nágreiniligar upplýsingar um, hvussu umfatandi álopið er.
Hernaðarútvarpið í Ísrael sigur, at næstan 200 rakettir vórðu skotnar móti Ísrael.
Fráboðanir eru um stórar spreingingar í Jerusalem-økinum.
Tað er ikki greitt, um talan er um ávirkan ella um ljóðið er frá skjóting av rakettum.
Reuters skrivar, at iranskar rakettir flugu yvir jordanska loftrúminum og vórðu skotnar niður her.
Netmiðilin Ynetnews skrivar, at meðan iransku rakettirnar vóru á veg móti Ísrael, skeyt Hizbollah úr Libanon rakettir móti einum stórum øki í Ísrael.
Øll flogferðsla til og úr Ísrael er steðgað.
Í Teheran, høvuðsstaðnum í Iran, sendi iranska elituherdeildin, Kollveltingarverjan, út eina fráboðan. Har stendur, at rakettálopið er hevnd fyri, at Ísrael hevur likviderað fleiri leiðarar úr pro-iranskum rørslum.
Hetta er millum annað galdandi fyri leiðaran í Hamas, Ismail Haniyeh, sum varð dripin í Teheran, høvuðsstaðnum í Iran, 31. juli, og Hassan Nasrallah, leiðaran í Hizbollah, sum varð dripin í Beirut 27. september.
Amerikansk embætisfólk ávaraðu fyrr í dag um, at eitt rakettálop var fyri framman.
Amerikanski miðilin Axios endurgevur vesturlendskar keldur fyri at siga, at Iran væntandi fór at leypa á Ísrael við ballistiskum rakettum.
Sambært Axios tekur tað 12 minuttir hjá slíkari rakett at flúgva úr Iran til Ísraels.
Í apríl leyp Iran á Ísrael við hundraðtals rakettum og dronum.
Tá hjálptu USA og Bretland Ísrael at skjóta rakettirnar og dronurnar niður.
Bert fáar rakettir og dronur rukka Ísralel og gjørdu sambært Ísrael ongan skaða.
Ritzau/Reuters