Almenni iranski miðiin, IRNA, sum Reuters endurgevur, vísir aftur, at nýggjar samrøður nú verða við USA.
Í kvøld er annars komið fram, at ein amerikansk sendinevnd - enn einaferð við amerikanska varaforsetanum á odda - er ávegis til Islamabad í Pakistan.
Iranska tíðindastovan skrivar, at krøvini, sum USA setir Iran, eru yvirdrivin og órealistisk.
Úr USA verður sagt, at í amerikansku sendinevndini eru varaforsetin, J.D. Vance, serlligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff og ráðgevin, Jared Kushner.
Í dag kom Donald Trump við einari ógvusligari ávaring á Iran um nýggj og umfatandi álop, um samrøðurnar millum USA og Iran ikki fara at ganga væl.
Framvegis er næstan eingin skipaferðsla gjøgnum Hormussundið.
Eftir eina stutta tið, har sundið var opið fyri vinnuligari skipaferðslu, stongdi Iran sundið aftur, tí USA heldur fram við at blokera iranskar havnir.
Amerikanski stongsullin er eisini ein av orsøkunum til, at Iran í løtuni ikki hevur hug at samrøðast við USA.











