Vár, Lív og Elsa halda fast í uppflytingarvónini

Ajax vann fyrsta dystin móti Rødovre

Mynd: Ajax

Enn livir vónin hjá Elsu Egholm, Vár og Lív Zachariasen og liðfeløgum teirra at flyta upp í bestu donsku hondbóltsdeildina.

 

Ígjár vann Ajax í høllini í Bavnehøj fyrsta Play Off dystin móti Rødovre. Ajax vann dystin 19-18. Í steðginum var Ajax á odda 9-5. Vár var noterað fyri eitt mál.

 

Liðini hittast aftur í Rødovre komandi leygardag klokkan 17. Vinnur Ajax tann dystin eru tær klárar at spæla móti næstaftasta liðnum í bestu deildini, ið kann enda við at blíva liðið hjá Súnu K. Hansen, Skanderborg.

 

Vinnur Rødovre hittast Ajax og Rødovre aftur í triðja og avgerandi dystinum í høllini í Bavnehøj, fríggjakvøldið 1. mai. 

 

Mynd: Ajax