Iranska sendinevndin er komin til Islamabad í Pakistan. Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, er maðurin í miðjuni

Iranska sendinevndin er í Islamabad

Tað er ikki vist, at nakar fundur verður millum iransku og amerikansku sendinevndirnar

Iranska sendinevndin er komin til Islamabad í Pakistan. Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, er maðurin í miðjuni

Í kvøld kom iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, saman við fylgi sínum til pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad, men í kvøld er óvist, um nakrar beinleiðis samrøður verða millum Iran og USA í hesum umfari.

 

Pakistanska uttanríkisráðið váttar yvirfyri altjóða miðlum, at iranska sendinevndin er í Islamabad.

Sambært útlendskum miðlum koma eisini amerikansku sendimenninir, Steve Witkoff og Jared Kushner, til Islamabad, og hetta váttar eisini tíðindatalskvinnan í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, í dag.

 

Sambært talskvinnuni fara Steve Witkoff og Jared Kushner, sum koma til Pakistan fyrrapartin í morgin, at lurta eftir, hvat iranar hava at siga.

 

Amerikanski varaforsetin og uttanríkisráðharrin eru eisini til reiðar at flúgva til Pakistan, um boð verður eftir teimum.

 

Iranar hava ikki váttað, at teirra sendinevnd skal hitta amerikansku umboðini, og iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, skal seinni saman við sínum fylgi eitt nú til russiska høvuðsstaðin, Moskva.

 

 

 

 

 

Iranska sendinevndin er komin til Islamabad í Pakistan. Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, er maðurin í miðjuni