Tað sigur Kamal Kharazi, uttanríkispolitiskur ráðgevi á skrivstovuni hjá ovasta leiðaranum í Iran, í samrøðu við CNN í Teheran.
– Eg síggi ikki longur rúm fyri diplomatii, tí Donald Trump (amerikanski forsetin, red.) hevur svikið onnur og ikki hildið síni lyfti, sigur Kharazi við CNN.
Ovasti iranski embætismaðurin avsannar, at herurin í Iran er viknaður eftir álopini í síðstu viku.











